– So eydnaðist tað, nú situr Onkel Joakim á skrivaraborðinum í Fíggjarmálaráðnum.
Soleiðis skrivar Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, á Facebook í dag.
– Havi ynskt mær hann, síðani eg sá keiputekningina av mær. Datt inn á gólvið hjá Betri í Runavík í dag, og mín sann, um tey ikki funnu mær ein, skrivar hon.
Talan er um eina sparibússu við Onkel Joakim sitandi á kistuni, sum í øllum førum tey, sum vóru børn, tá Ruth Vang var barn, minnast og mundu eiga.
##med2##












