Oniontree í The Rock

Oniontree spæla í kvøld á The Rock í Keypmannahavn. Teir hita upp áðrenn Yashin yvirtekur pallin. Limir í bólkinum eru Sigmund, Fríði, Jan og Magnus. Onintree bleiv kosin ársins besti nýggi bólkur til Planet Awards 2009. Oniontree spæla Rock/Pop tónleik, við eitt sindur av heavy í. Teir hava fangandi sangir, og hava guitar, bass og trummuspæl við. Í løtuni liggja Oniontree á føroyska hitlistanum 15 tær bestu, við sanginum The Machine. Eisini liggja teir á danska Chartbase listanum.

 

Kristoffur Mørkøre tók nýggju fløguna ?Solitude? hjá teimum upp í Kris-Stuff studio, og Jacob Hansen, kendi danski produsarin (Mercenary, Volbeat, Tyr, Raunchy) miksaði útgávuna. Jacob Hansen sigur, at Føroyar altíð hava fangað hansara áhuga.

 

- Tá eg á fyrsta sinni sá Oniontree visti eg ikki, hvat eg skuldi vænta, men teir slóu veruliga beinini undan mær.

Fløgan ?Solitude? er millum annað at fáa í Tutl.