Um íslendsku strákararnir halda Onglandi í 120 minuttir, og liðini mugu taka eina brotssparkskapping um hvør vinnur seg víðari í fjórðingsfinaluna ímóti Fraklandi í EM-endaspælinum, so eru sigursmøguleikarnir góðir hjá íslendingum. Ongland hevur milt sagt katastrofal hagtøl, tá tað kemur til brotssparkskappingar í EM og HM endaspølum.
Í HM-endaspælinum í 1990 tapti Ongland hálvfinaluna ímóti Týsklandi aftaná brotssparkskapping. Í EM endaspælinum í 1996 vann Ongland sína higartil einastu brotssparkskapping, tá teir vunnu á Spania aftaná brotssparkskapping. Í sama EM-endaspælinum tapti Ongland hálvfinaluna ímóti Týsklandi, aftur aftaná brotssparkskapping. Í 1998 tapti Ongland HM-áttandapartsfinaluna ímóti Argentina aftaná brotssparkskapping. Í 2004 tapti Ongland EM-fjórðingsfinaluna ímóti Portugal aftaná brotssparkskapping. Í 2006 tapti Ongland HM-fjórðingsfinaluna, eisini ímóti Portugal aftaná brotssparkskapping. Og í 2012 tapti Ongland EM-fjórðingsfinaluna ímóti Italia aftaná brotssparkskapping.
Kekkia er tað besta evropeiska landsliðið, tá tað kemur til at vinna brotssparkskappingar í EM og HM endaspølum. Kekkia hevur vunnið tríggjar av trimum brotssparkskappingum. Týskland hevur vunnið fimm av seks brotssparkskappingum. Spania hevur vunnið fýra av sjey brotssparkskappingum. Frakland hevur vunnið tríggjar av seks brotssparkskappingum. Italia hevur vunnið tríggjar av átta brotssparkskappingum. Niðurlond hava vunnið tvær av sjey brotssparkskappingum, og Ongland hevur bara vunnið eina av sjey brotssparkskappingum.
Ongland og Ísland spæla EM-áttandapartsfinalu í Nice í kvøld klokkan 20.