Onglendingar hava fult hús

Onglendingar kunnu ganga bringubrattir í kvøld, tí øll tey fýra ensku liðini í Champions League, Arsenal, Chelsea, Manchester United og Liverpool eru komin í fjórðingsfinalurnar. Tvey sponsk lið eru víðari, nevnliga Barcelona og Villareal. Víðari eru eisini FC Porto úr Portugal og Bayern München úr Týsklandi.

 

Arsenal kom víðari aftaná tógvið stríð. Roma legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, og tann støðan helt sær til 90 minuttir vóru spældir. Av tí, at fyrri dysturin á Emirates Leikvøllinum í London endaði 1-0 til Arsenal, máttu liðini út í longda leiktíð. 16 brotsspørk máttu til, áðrenn Arsenal sigraði, og var frøin stór á The Gunnars, tá Diaby setti avgerandi brotssparkið í netið.

 

 

Úrslitini í kvøld :

 

Roma 1-0 (1:0) Arsenal.

 

1-0 Juan (10.)

(Arsenal vann brotsprarkskappingina 7-6, og samlað 8-7)

 

Barcelona 5-2 (4:1) Lyon (samlað 6-3)

 

1-0 Henry (25.)

2-0 Henry (27.)

3-0 Messi (40.)

4-0 Eto´o (43.)

4-1 Makoun (44.)

4-2 Juninho (48.)

5-2 Keita (90.)

 

FC Porto 0-0 (0:0) Atl.Madrid (samlað 1-1)

 

Manchester Utd 2-0 (1:0) Inter (samlað 2-0)

 

1-0 Vidic (4)

2-0 Ronaldo (49.)