Ongland hevur mangan havt tað trupult ímóti Kroataia, og tað var eisini Kroatia, ið forðaði fyri, at Onglandi slapp við til EM-endaspælið í summar. Nú fingu ensku spælararnir hevnd, tí teir vunnu heili 4-1 í Kroatia í gjárkvøldið. Arsenal-framherjin Theo Walcott var stóri maðurin, tí hann skoraði hattrick. Fjórða málið hjá Onglandi skoraði Wayne Rooney. Ongland hevur vunnið báðar sínar fyrstu dystir í HM-undankappingini.










