Sambært fleiri tíðindabløðum hevur enska fótbóltssambandið, FA, tosað við Luiz Felipe Scolari um starvið sum enskur landsliðsvenjari. Eitt starv, sum verður leyst, tá Sven Göran Eriksson gevst eftir HM-kappingina í summar.
Scolari er í løtuni venjari hjá Portugal, sum vann EM-silvur fyri tveimum árum síðani, og hann var eisini venjari, tá Brasil fyri fýra árum síðani vissaði sær HM-heitið. Í báðum førum var Ongland millum londini, sum á vegnum máttu lúta fyri Scolari og hansara monnum.
Sambært miðlunum, so var Scolari í Onglandi fríggjadagin, og millum ørindi hansara her var altso tos við enska fótbóltssambandið.
Fyri viku síðani varð váttað, at FA eisini hevur tosað við Charlton-venjaran. Alan Curbishley, um starvið.