Starvsfólk á einum av ferðamiklastu flogvøllunum í heiminum, Heathrow Airport, hótta við verkfalli.
Eftir at umboð fyri fakfelagið Unite hava sitið yvirav umboðum fyri Heathrow floghavn við samráðingarborðið alt vikuskiftið, er stígur komin í millum partarnar.
Fakfelagið Unite lýsti fyri stuttum við mótmælisverkfalli, sum skuldi vara mánadagin og týsdagin, men síðani er mótmælistverkfallið avlýst.
Hóast mótmælisverkfallið varð avlýst í síðstu løtu, fekk hetta stórar avleiðingar fyri Heathrow. Fleiri enn 170 flogferðir vórðu avlýstar.
Í dag møtast partarnir aftur við samráðingarborðið.
Sum støðan er, halda fløgfeløgini fram at ávara ferðfólk um, at ferðir kunnu verða avlýstar.
Eisini Heathrow Airport heitir á ferðafólk um at binda um heilan fingur.
– Vit viðmæla øllum at halda vakið eyga við flogferðsluna, og øll eiga at kunna seg um ferð sína, áðrenn tey fara á flogvøllin, segði umboð fyri Heathrow Airport.
Fakfelagið Unite umboðar starvsfólkini á Heathrow floghavn. Eitt nú trygdarfólk, sløkkiliðsfólk og mekanikarar teljast millum limirnar.
Unite hevur ætlanir um at fara í verkfall 23. og 24. august, um semja ikki fæst um lønina hjá starvsfólkinum, skrivar enska blaðið The Guardian.










