Ongland verður seedað

Fríggjadagin verður lutakast til teir 8 HM-bólkarnir.

 

Ongland, Argentina, Týskland, Holland, Spania, Brasil, heimsmeistarnir, Italia, og vertslandið Suður-Afrika verða seedaði ovast í teimum 8 HM-bólkunum.

 

Lutakastið fer fram í Cape Town, og byrjað verður klokkan 16.45. Heldur óvæntað eru Frakland og Portugal ikki millum tey ovast seedaðu londini, men FIFA sigur, at orsøkin til tað er, at bæði londini ikki høvdu eina so góða undankapping, har bæði londini máttu gjøgnum Play-Off dystir, áðrenn tey rukku HM-endaspælinum.