Ongland var ov stórur biti

Føroyska U?18 landsliðið legði aftur mánadagin rygg til stórtap. Í dag skulu teir vinna á Andorra, um heiðurin av ferðini til Italia skal bjargast

Seinnapartin í dag skal føroyska U?18 landsliðið spæla triðja og seinasta dystin í EM undankappingini í Italia. Mótstøðuliðið er Andorra, og føroyingarnir eru greiðir yvir, at einki annað enn ein sigur kann brúkast til nakað sum helst. Vánirnar at vinna áttu ikki at verið heilt burtur. Andorra hevur tapt 4?0 ímóti Onglandi og 10?0 ímóti Italia.

Føroyingar taptu fyrsta dystin, sum var ímóti Italia, 6?0, og mánadagin løgdu føroyingar aftur rygg til eitt stórtap. Ongland vann 5?0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3?0.


Sera moyrir

Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá U?18 landsliðnum, ásannar úr Italia, at føroyska liðið spældi ímóti einum heilt góðum liði. Feløgini, sum teir umboða, siga eisini sítt. Á eingilska liðnum vóru spælarar, sum dagliga fáa løn frá kendu feløgunum í bestu eingilsku deildini, t. d. Manchester United, Arsenal, Leeds, Chelsea, West Ham, Tottenham og Everton.:

? Sum eg áður havi sagt, so eru teirra spælarar allir frá 1982, meðan fleiri av okkara eru frá 1983 og 1984. Ongland hevði spælt ein lættan dyst leygardagin, meðan okkara lið hevði givið alt, sum tað hevði í sær, tá teir leygardagin spældu ímóti Italia. Tað var týðuligt, at okkara vóru ikki so væl upplagdir hesa ferð, sum teir vóru leygardagin, og tað var harmuligt, tí sjálvt um Ongland hevur eitt gott lið, so haldi eg ikki, at teir eru á hædd við Italia. Men tað fáa vit at síggja í dag, tá Italia og Ongland fara at spæla um fremsta plássið í bólkinum.

Jógvan Martin Olsen sigur, at føroysku spælararnir komu til einstakar málmøguleikar, men at eingilsktmenninir vóru sera góðir til at gera nyttu burturúr summum av persónligu mistøkunum, sum føroysku spælararnir gjørdu ? serliga fyrra partin av fyrra umfarinum.

? Okkara spælarar høvdu ein stóran møguleika, áðrenn teir komu framum. Eftir gott uppspæl í høgru, legði Hjalgrím Elttør innfyri, Bergur Djurhuus var leysur, men skotið fór við síðuna av málinum.

Ongland skoraði í 10., 12. og 29. minutti. Fyrsta málið fingu teir, eftir at teir høvdu tikið skjótt hornaspark, meðan føroyingarnir ikki vóru klárir. Næsta málið fingu teir eftir innlegg horna úr høgru, og triðja málið var sera óheppið. Føroyingar høvdu fríspark, liðið var á veg fram, tá frísparkssendingin rakti á ein av mótstøðumonnunum. Teir fóru í skjótt álop og skoraðu.

Eftir at teir vóru komnir framum 3?0, høvdu føroyingar eitt gott álop í høgru. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør stóðu fyri uppspælinum, Fróði Jóanesarson tveitti seg fram, men stútarin fór dygst við síðuna av málinum.

Í 2. hálvleiki gjørdu føroyingar sjálvmál, tá tveir minuttir vóru farnir. Málverjin og ein verjuspælari vóru einsamallir, málverjin fór úr málinum eftir bóltinum, men tá stútaði verjuspælarin upp um málverjan, og so var 4?0.

Ongland staðfesti stórsigurin, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Málið fingu teir eftir innlegg úr vinstru.

Dysturin varð spældur á sama stadion, sum føroyingar leygardagin spældu ímóti Italia.

Føroyska liðið sá soleiðis út ímóti Onglandi: Karstin Joensen, KÍ ? Jann Ingi Petersen, B68, Jón Rói Jacobsen, HB, Vagnur Mohr Mortensen, HB (Ragnar Poulsen, B36, 77.), Brynjolvur Nielsen, NSÍ ? Hjalgrím Elttør, KÍ, Niels Joensen, B36 (Elfinn Ørvarodd, FS Vágar, 85.), Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Bergur Djurhuus, NSÍ ? Fróði Jóanesarson, NSÍ, Bjarni Jørgensen, HB (Atli Gregersen, Randers Freja, 49.)

Jón Rói Jacobsen fekk gult kort í 64. minutti, og Ragnar Poulsen í 80. minutti.

Føroyska ferðalagið kemur aftur út Italia í morgin, og tá verður punktum sett fyri fótbóltsárið 2000.