Ongland vann á Ullevål

Enska fótbóltslandsliðið spældi í kvøld sín fyrsta venjingardyst við nýggja venjaranum, Roy Hodgson, við róðrið. Dysturin var ímóti Noregi á Ullevål-vøllinum í Oslo, og hann endaði 1-0 til Ongland. Málið kom longu aftan á níggju minuttir, og málskjútti var Ashley Young.

 

John Arne Riise fekk ein møguleika at javna í seinna hálvleiki, men hann fekk ikki bóltin inn um enska málverjan, Rob Green.

 

Enska landsliðið er í ferð við at fyrireika seg til EM-endaspælið í Póllandi og Ukraina. Liðið skal spæla ein venjingardyst afturat, og hann verður ímóti Belgia.