Lítil ivi er um, at David Cameron verður sitandi í Downing Street nummar 10, nú úrslitini einans mangla frá 17 valstøðum.
Enn hevur konservativi flokkurin ikki vunnið reinan meiriluta, men teir eru somikið nær at tað krevst eina samgongu av nærum øllum hinum flokkunum at koppa teimum. Í skrivandi løtu eru 17 valstøð eftir at telja og Konservativi flokkurin hevur higartil vunnið 318 tingsessir, meðan tað krevur 326 fyri at hava reinan meiriluta. Tó so, siðvenjan er at norðurírski loysingarflokkurin Sinn Fein, ikki tekur sæti í bretska tjóðartinginum, og um teirra fýra tinlimir vera tiknir frá samlaða talinum, skulu 324 limir til, fyri at hava meirilutan.
Væntað verður tí, at hóast konservativi flokkurin kanska ikki fær fullan meiriluta, so eru teir somikið nær, at teir velja at stjórna einsamallir í eini minnilutastjórn. Sannlíkindini fyri, at allir hinir flokkarnir sameina seg móti teimum, verður mettur at vera so góður sum eingin.
Stóri taparin í valinum er uttan iva Liberaldemokratiski flokkurin, sum hevur eina afturgongd upp á 45 tinglimir og 15,1 prosent av atkvøðunum. Hvør vinnarin er, eru deildar meiningar um. Konservativi flokkurin sleppur at stjórna einsamallur, og fær eitt væl betri úrslit enn veljarakanningarnar spáddu, so í praktiskan mun er eingin ivi um, at teir eru stóri vinnarin. Størstu framgongdina í tingmannatali er tí SNP, sum vann sær 50 nýggjar tinglimir, meðan teir høvdu seks við seinasta val í 2010. Hinvegin, so var tað UKIP, sum hevði størstu framgongdina í atkvøðum, við eini framgongd á 9,5 prosent. Tað var tó einans nokk til ein einkultan tingsess.
Úrslitið er ein dyggur smeitur fyri bretska arbeiðaraflokkin Labour. Veljarakanningar bendu á, at tað fór at gerast sera javnt, og at Labour kanska kundu megnað at vinna valdið við stuðuli frá skotska loysingarflokkinum SNP. Men longu tá exit-polls úrslitini komu tíðliga í gjárkvøldið kámaði dreymurin hjá Labour, og nú er greitt, at, saman við Liberaldemokratunum, er Labour stóri taparain. Flokkurin hevur mist 26 tinglimir í mun til valið í 2010, meðan konservativi flokkurin hevur vunnið sær 21 tingsessis afturat.
Líkt er til, at Ed Miliband, formaður í Labour, um lítla løtu fer at leggja frá sær og biðja flokkin velja nýggjan formann.