Ongland og Frakland eru favorittar til at vinna EM-gull

Vertstjóðin, Týskland er triðstørsti favoritturin at vinna EM-gull

Týskvøldið vóru tey seinastu trý landsliðini funnin, ið skulu kappast í EM-endaspælinum í fótbólti í Týsklandi í summar. 

 

Tað blivu Georgia - á fyrsta sinni nakrantíð - Ukraina og Póland, ið fóru avstað við trimum teimum seinastu plássunum. 

 

Innleiðandi EM-bólkarnir síggja soleiðis út:

 

A: Týsk­land, Ung­arn, Skot­land og Sveis.

 

B: Spania, Albania, Kroatia og Ital­ia.

 

C: Ong­land, Dan­mark, Sloven­ia og Serbia.

 

D: Frak­land, Eyst­ur­ríki, Niðurlond og Póland.

 

E: Belg­ia, Rum­en­ia, Slovakia og Ukraina.

 

F: Portugal, Turkak­land, Kekkia og Georgia.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Frakland og Ongland sum høvuðsfavorittar til at vinna EM-gull. Triðstørsti favoritturin er vertstjóðin, Týskland.

 

Sambært oddsunum higartil upp á EM-endaspælið er møguleikin 22 prosent hjá bæði Fraklandi og hjá Onglandi at vinna EM-gull:

 

Landslið:Møguleikin at vinna EM-gull
Ongland22%
Frakland22%
Týskland14%
Spania13%
Portugal11%
Belgia7%
Italia7%
 

Niðurlond

 

Danmark 

 
 

6%

 

1,8%