Ongland vann leygardagin stórsigur á Andorra í EM-dystinum í Machester. Úrslitið gjørdist 5-0 til Ongland, sum væl kundi havt skorað fleiri mál móti lítlu fótbóltstjóðini. Støðan í hálvleikinum var 3-0. Stóri Liverpool álopsspælarin Peter Crouch setti hol á eftir fimm minuttir. Sjey minuttir seinni var tað enn ein Liverpool maður, Steven Gerrard, sum økti til 2-0 við góðum skoti.
Sjey minuttir undan steðginum var Steven Gerrard, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, aftur við í máli. Hann legði innfyri úr høgru, og Jeramine Defoe heilfluktaði til 3-0. Tveir minuttir eftir steðgin var Defoe aftur upp á spæl og økti til 4-0. Síðsta málið skoraði Peter Crouch, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki stútaði í málið.