Ongland kann koma langt

Fyrrverandi liðformaðurin á enska landsliðnum, Bryan Robson, sum nú er venjari hjá West Bromwich heldur, at Ongland kann koma langt í HM-endaspælinum í summar.
- Vit hava eina sterka verju, Steven Gerrard í stórformi, og so eru eisini nógv mál í Lampard og Crouch. Um vit ikki taka Brasil við, so er einki lið í kappingini, sum Ongland skal óttast, sigur Bryan Robson við teamtalk.com
Hann heldur, at verður Wayne Rooney ikki klárur til kappingina, verður tað Steven Gerrard, sum rættiliga fer at ganga undan á liðnum.