Ongland: Fann deyða mús í breyði

Framleiðarin av hesum breyðnum má gjalda omanfyri 150.000 krónur í bót og sakarmálsútreiðslum til Stephen Forse úr Osfordshire. Ein mús var nevniliga bakað inn í breyðið - Fyrst trúði eg, at tað bara var okkurt av evnunum sum ikki var upployst við restini av deigginum. Men tá eg hugdi nærri, fekk eg eyga á ein pels, sigur hann við BBC.

Sum vera man misti hann fullkomuliga hugin at eta restina av breyðnum.

Her var kortini ikki neyðugt at døma bakaran heldur enn smiðin, tí framleiðarin, Premier Foods fekk nevniliga ein stóra bót uppá 150.000 krónur.

Fyrr í ár kom fram, at fyritøkan sjálv ikki hevði nøktandi standardir á sínum bakaríi. Nú vóna fólk at hetta verður rættað.