Ongir bilar sýnaðir aftur í Vágum

Akstovan fer ikki aftur at sýna bilar í Vágum.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Eivin Jacobsen hevur spurt hann, hvussu verður við bilasýni í Vágum.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað var í februar í 2008, at hølið at høli at sýna bilar í Vágum varð afturlatið tí at tað leyk ikki krøvini til arbeiðaravernd.

Ætlanin var at taka sýnið upp aftur eftir summarfrítíðina, men so versnaði tíðirnar og Akstovan mátti spara. Tískil er ætlanin at sýna bilar í Vágum, slept.

Kortini vísir hann á, at Akstovan hevur góðkent tvey verkstøð í Vágum til umsýn, so sleppa í øllum frá at fara til Havnar til umsýn.

Eivin Jacobsen heldur, at hetta er at spara seg eftir hæli, tí verður brennievni, mist arbeiðsinntøka, tunnilsgjald, o.a talt við, kostar tað vágafólki eina slaka millión at koyra til Havnar at fáa bilarnar sýnaðar.