Í nýggjastu ársfrágreiðing síni staðfestir formaður Føroya Lærarafelags, at størsta hóttanin móti fólkaskúlanum framvegis er sparingar og tepra játtanin.
Hetta sæst á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
- Eftir okkara fatan verður fólkaskúlin ikki raðfestur, hóast allir politikarar í valstríðnum søgdu seg vilja raðfesta fólkaskúlan hægri. Vit hava fingið at vita frá Mentamálaráðnum, at hóast játtanin fyri 2016 í fyrsta umfari kann tykjast sum ein hækking, so verður einki eyka rásarúm. Tímarnir, sum koma afturat, er ein tími afturat til alisfrøði í 9. flokki. Sambært semjuni frá 4. mars í ár verður akkerslæraraskipan sett í verk at vegleiða og stuðla nýútbúnum lærarum sum fyrstu ferð eru í starvi. Aðrar batar fáa vit ikki eyga á, sigur Herálvur Jacobsen.
Í játtanarkørmunum, sum vóru almannakunngjørdir 31. mars í ár, eru ongar ábendingar um, at fólkaskúlin fær hægri játtan framyvir, heldur tvørturímóti, og í Búskaparfrágreiðingini frá mars í ár stendur, at raksturin er framskrivaður innan hesi øki í 2017, m.a. fólkaskúlan, og at arbeitt verður áhaldandi við at tálma útreiðsluvøksturin við umskipanum og øðrum tillagingum í rakstrinum, serliga innan hesi øki: m.a. fólkaskúlan.
Og víðari sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag millum annað:
Økta játtanin til fólkaskúlan fer stórtsæð til framskrivingar av lønum og til øktar pensjónsútreiðslur. Landsstýriskvinnan hevur sagt, at tá ið avlop er á fíggjarlógini, verður fólkaskúlin raðfestur hægri; við øðrum orðum eru lang útlit. Avleiðingarnar eru eitt støðugt trýst úr Mentamálaráðnum á lærarar at undirvísa meira, meðan tíðin til uppgávur tengdar at undirvísingini minkar. Heldur einki pláss er til átøk og menning, og skúlaleiðslurnar hava ikki rásarúm at fara undir spennandi ætlanir og nýhugsan.
Kelda: skulabladid.fo