FÓLKAKIRKJAN
Heimaarbeiðið er ikki gjørt liðugt enn, og tí kemur tað ikki upp á tal at yvirtaka kirkjuna enn.
So avgjørdur er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Sostatt skýtir hann hol í ætlanina um eina skjóta yvirtøku av fólkakirkjuni, sum tykist at vera beint undir landi.
Embætissamráðingarnar eru lidnar, og ongar danskar forðingar eru fyri at yvirtaka kirkjuna. Nú er tað upp til føroyingar at gera seg klárar, og tann politiska viðgerðin av málinum er farin í gongd í samgonguni.
Men Kári P. Højgaard, sum er avgerandi 17. løgtingsmaðurin hjá samgonguni, er so mikið ónøgdur við gongdina í málinum higartil, at yvirtøkan kann verða skotin eitt fitt petti út í framtíðina.
Formliga verður kirkjan yvirtikin við, at ein yvirtøkulóg verður løgd fyri tingið til samtyktar.
? Vit atkvøða ikki fyri einari yvirtøku, fyrr enn allar fortreytirnar eru fingnar upp á pláss, og tað eru tær langt frá komnar enn, sigur Kári P. Højgaard.
Ongin dato
Kári P. Højgaard sigur seg annars verða sinnaðan at yvirtaka kirkjuna. Hann vísir til samgonguskjalið. Har stendur, at fólkakirkjan skal yvirtakast í samstarvi við allar partar í kirkjuni, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum. Talan er um einar 14 milliónir krónur.
? Eg haldi, at allir partar eru positivir, um teir verða hoyrdir. Bæði politikisku flokkarnir, kirkjufólkið og kirkjumyndugleikarnir, prestar og bispur tykjast sinnaðir at yvirtaka kirkjuna, um rætt verður atborið. Bispur, dómpróvstur og prestar eiga at vera við í at leggja yvirtøkuna til rættis, men tann parturin av heimaarbeiðnum er ikki als gjørdur enn, og tí dugi eg ikki at síggja, at vit kunnu seta nakran sum helst dato á eina yvirtøku, sigur Kári P. Højgaard.
Alt greitt áðrenn
Einsamalli sjálvstýristingmaðurin í løgtinginum undirstrikar, at skal eitt yvirtøkuuppskot fáa hansara avgerandi atkvøðu í tinginum, so skal tað vera fyri einari kirkju, ið líkist henni, vit kenna í dag.
? Tað skal vera greitt áðrenn, hvussu framtíðin hjá kirkjuni sær út. Tað skal ikki avgerast seinni. Talan skal vera um eina fólkakirkju, sum verður fíggjað úr landskassanum. Og t.d. sambandið við donsku grundlógina skal verða heilt greitt, tí vit fáa neyvan okkara egnu grundlóg fyribils, sigur Kári P. Højgaaard.
Hann skjýtir upp, at ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri allar partar í kirkjuni verður gjørdur, sum kann seta síni krøv til eina yvirtøku.
Troyttur bispur
Fær sjálvstýristingmaðurin sín vilja kann tað ganga lang tíð, áðrenn kirkjan verður yvirtikin. Tí sambært bispi liggur nógv á láni, sum skal gerast, áðrenn kirkjan er klár at koma á føroyskar hendur.
? Tað er kanska nakað nógv at forlanga, at vit vera tikin uppí aftur nú, tí tað tekur tíð at gera tað arbeiði, sum vit hava skotið upp. Vit vildu havt allar kirkjulógirnar upp á pláss fyrst, men tað arbeiðið bleiv steðgað í 1998, sigur Hans Jacob Joensen bispur.
Skuldi tað arbeiðið verið gjørt, hevði tað helst tikið ár heldur enn mánaðir, metur bispur, sum sigur seg vera troyttan av hesum kjakinum.
? Vilja politikararnir yvitaka kirkjuna, áðrenn alt er klárt, so teir um tað. Vit vildu tað øðrvísi, men vóru steðgað og eru ongantíð komin í gongd aftur. Sostatt eru fimm ár spilt burtur, har vit kundu fingið nógv á skaftið, sigur Hans Jacob Joensen.
Prestar og bispur hava í felag bjóðað seg fram at samstarva um at yvirtaka kirkjuna. Men teir hava onki svar fingið.
FAKTA
Samgonguskjalið um yvirtøkuna av fólkakirkjuni:
? Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.
? Allar yvirtøkur verða neyvt fyrireikaðar í samskifti við allar avvarðandi partar og neyvar umsitingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd.