Ongin vil hava Tevez

Hóast Inter Milan, AC Milan , Paris Saint-Germain og Anzhi hava víst áhuga fyri Carlos Tevez, so er ongin teirra sinnaður at gjalda prísin fyri argentinska framherjan hjá Manchester City.

 

Seinasta kappingarár var Carlos Tevez undangongumaður og liðskipari á Manchester City liðnum. Nú er hann óynsktur og kann enda við at spæla eitt hálvt ár á eykaliðnum hjá teimum ljósabláu úr Manchester.

 

Inter Milan, AC Milan og Paris Saint-Germain hava alment víst áhuga fyri 27-ára gamla framherjan. Inter Milan og Paris Saint-Germain søgdu í farnu viku, at tey ikki vilja gjalda prísin, ið Manchester City vil hava fyri hann.

 

Í dag veit Sky Sports at siga, at AC Milan heldur ikki eru sinnaðir at gjalda tær 230 milliónir krónurnar, ið fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester City kostar.

 

Carlos Tevez hevur eisini verið settur í samband við Liverpool í samband við ein býtishandil, har Liverpool framherjin, Andy Carroll, skifti til Manchester City. Liverpool hevur tó avsannað søguna og Andy Carroll sigur við Liverpool Echo í dag, at hann hevur tað gott í Liverpool og hevur ongan ætlanir at skifta.

 

Flytingarvindeygað letur aftur í annaðkvøld klokkan 23.