Ongin vandi fyri próvtøkunum

? Uppgávurnar til próvtøkurnar í summar, skuldu vera lidnar longu í februar, og tær fara nú til prentingar, sigur Hensar Ellingsgaard

?Tað skal vilja sera illa til, um arbeiðssteðgurin í fólkaskúlanum fer at nerva próvtøkurnar í summar.

Tað heldur í hvussu so er Hensar Ellingsgaard, sum er deildarstjóri fyri fólkaskúlan í Undirvísingar og Mentamálastýrinum.

Lærarafelagið hevur blokerað arbeiðið í teimum nevndum, sum gera uppgávurnar til próvtøkurnar.

Og eitt nú hava nógv stúrt fyri, at tær ikki fóru at verða lidnar til tíðina, umframt at at heldur ikki fór at eydnast at fáa aðrar fyrireikingar til próvtøkurnar frá hondini.

Men hesum nýtist ongum at stúra fyri, sigur Hensar Ellingsgaard.

Hann sigur, at nevndirnar, sum gera uppgávurnar til próvtøkurnar, vóru lidnar við arbeiðið longu í farna mánaði og uppgávurnar fara nú til prengingar.

Sostatt skuldi ongin orsøk verið tið at stúrt fyri próvtøkunum, sum byrja seinni helvt í mai.

Eitt annað er so tað, at um arbeiðssteðgurin dregur út, so kann tað fara at knípa hjá næmingunum at koma ígjøgnum alt tað, sum er kravt, at tey skulu lesa fyri at sleppa til próvtøku.

Men deildarstjórin fyri fólkaskúlan heldur ikki, at tað er orsøk til at stúra fyri tí enn.

Í øllum førum heldr hann ikki, at hetta er eitt mál, sum Undirvísingar og Mentamálastýrið hevur nakað við at gera, í fyrsta umfari í hvussu so er.

? Tað stendur í lógini, a tað er skúlin og tey, sum hava eftirlitið á staðnum, skúlanevndir og skúlaráð, sum skulu tryggja dygdina í undirvísingini.

? Men dregur arbeiðssteðgurin út, kann tað sjálvandi verða ein trupulleiki.

Hann vísir annars á at børnini hava undirvísingarskyldu.

Men hann heldur ikki, at hendan skyldan er áløgd foreldrunum, nú skúlin ikki megnar at røkja hesa skylduna eina tíð.

? Har skúli er, hvílir hendan ábyrgdin á skúlanum at tryggja, at undirvísingin er ílagi. Tí haldi eg ikki, at vit skulu leggja hesa ábyrgdina á foreldrini her og nú, sigur hann.

Men nú eru tað foreldur, sum hava tikið børnini úr skúlanum.

Tað hava tey gjørt, tí nú so nógvir lærarar hava lagt arbeiðið niður, hevur tað ført við sær, at hava børnini nógvar frítímar ínn ímillum.

Men lærararnir, sum eftir eru, hava ikki umstøður til at taka fulla ábyrgd av øllum hesum børnunum í frítímunum.

Av tí sama eru tað mong, sum ganga fyri vág og vind ein part av degnum.

Og hetta hava nógv foreldur so stóran ampa av, ikki minst har nógv ferðsla er, at tey hava tikið børnini úr skúlanum.

Men hetta heldur Hensar Ellingsgaard er eitt mál ímillum foreldrini og tann lokala skúlamyndugleikan, skúla og skúlanevndir og -ráð

Annars vil Hensar Ellingsgaard ikki gera viðmerkingar til sjálvan arbeiðssteðgin.