Ongin vandi fyri at koma í stríð við meg sjálvan

- Tað verður gott at fáa eina havnarrødd á ting

- Eg fari at royna hetta í eitt ár og so fá vit at síggja.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og løgtingslimur ivast ikki í at hann fer at makta uppgávuna, bæði at vera borgarstjóri í Havn, fulla tíð, samstundis sum at hann er løgtingsmaður.

 

Heðin Mortensen er eisini formaður í Kommunufelagnum, og tí eru tað mong sum vænta, at hann ofta fer at koma í eina tvístøðu.

 

- Ongin kann tæna tveimum harrum, heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

 

Javnaðarflokkurin -og sostatt eisini Heðin Mortensen, hava akkurát skipa samgongu. Tí fer hann ofta at koma í ta støðu, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið sum partur av samgongan. Men so skal hann seta seg hinumegin borðið at ummæla somu uppskot sum formaður í Kommunufelagnum. Síðani skal hann aftur í Løgtingið at atkvøða um uppskotið.

 

Men Heðin Mortensen heldur ikki, at tað verður ein trupulleiki.

 

- Har eg føli, at tað verður ein trupulleiki, kann eg melda meg ógegnigan og taka meg burtur úr viðgerðini, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at býráðsval verður aftur um eitt ár og tá fer hann at enduskoða avgerðina um at verða borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis.

 

- Tá kann eg koma til ta niðurstøðu, at tað ber væl til – ella at tað ikki ber til at røkja bæði størvini. Eg kann eisini koma ti tað niðurstøðu, at eg stilli ikki upp aftur til býráðsvalið næsta heyst og so er trupulleikin eisini loystur, sigur hann.

 

Annars halda býráðslimir úr Javnaðarflokkinum, at tað kann verða øgiliga hent at hava eina havnarrødd á Føroya løgtingið, sum kann røkja áhugamálini hjá høvuðsstaðnum, tí tað hevur manglað.

 

Men Marin Katrina Frýdal helt, at tað kundi Heðin Mortensen saktans gera, hóast ikki var borgarstjóri eisini.