? Húsini eru svørt við hvítum vindeygum, og tey standa beint uppiyvir Elim.
Soleiðis greiðir 33 ára gamli Uni Rasmussen frá, tá hann skal siga okkum, hvar hann búleikast. Tá vit koma inn í stóru húsini í Søldafirði tekur systir Una ímóti okkum. Lítla løtu seinni stendur Uni í hurðini og bjóðar okkum inn. Hann vísir okkum niður í kjallaran. Ongir trupulleikar eru við at finna, og við hjálp av hondunum, so leiðir hann okkum inn í eitt lítið høli.
Uni Rasmussen úr Søldafirði er 33 ára gamal. Hann hevur verið blindur í 12 og eitt hálvt ár. Hann var úti fyri eini bilvanlukku í mars mánað í 1990, og var hann tá bert 21 ára gamal.
? Tað er sjálvsagt ein stór broyting at gerast blindur, sigur Uni Rasmussen.
? Áðrenn lærdi eg til bilmekanikara, og eg gekk á maskinskúla tá vanlukkan hendi.
Tað tók eitt sindur av tíð, áðrenn Uni fekk umstillað seg til tann veruleikan, at nú sá hann onki, men tó ikki so leingi ein kundi hugsað sær.
? Fyrstu tíðina varð eg sendur út og inn av Ríkissjúkrahúsinum, og í tí tíðini fekk eg umstillað meg nógv. Tá eg varð liðugur við allar kanningarnar, fór eg á Blindastovnin fyri at læra at klára meg sjálvan, og har var eg so í eitt hálvt ár, greiðir Uni Rasmussen frá.
Ymisk arbeiði
Tá Uni flutti heim aftur hálvt ár seinni fór hann at arbeiða við teldum hjá Com Data. Hann hevur síðani havt ymisk telduarbeiði, men av tí, at broytingarnar innan teldurheimin eru nógvar innan stutta tíð, var ógvuliga ringt at fylgja við.
? Syntetisk tala varð brúkt, har eg arbeiddi. Tað vil siga, at forritið lesur tekstin upp, sum kemur fram á skermin. Men hetta gjørdist eitt sindur ov strævið, og Uni valdi tí at gevast.
Uni hevði áðrenn hann gjørdist blindur hugsað um at gerast fysioterapeut, ella vøddamýkjari, men hetta hevði ikki verið meira enn ein tanki, sum hann spældi sær við. Men tá danska limablaðið fyri blind lýsti við, at tey fóru at skipa fyri einum skeiði upp á tríggjar vikur fyri at síggja um áhugi var millum blind at gerast vøddamýkjarar, tók Uni møguleikan.
Níggju skeiðluttakarar vóru, har lærarin so skuldi meta um, hvørt áhugin var nóg stórur til at byrja undirvísing ella ikki. Hetta var um heystið í ár 2000.
1. februar í fjør byrjaði Uni so upp á útbúgvingina, sum tilsamans hevur tikið hálvt annað ár. Sjey av teimum níggju skeiðluttakarunum fóru undur útbúgvingina.
? Tað er ikki líka lætt at fara undir útbúgving tá tú ert blindur, sum tá tú sært, sigur Uni Rasmussen.
? Ikki ber til bara at taka eina bók og sláa upp. Men vit høvdu tað mesta á bondum, og nakað á teldu.
? Nógv brúktu teldu og bandupptakara til upprit/notatir. Tá brúktu tey punktskrift, men eg og ein vinur hjá mær valdu at droppa notatirnar. Vit fingu eisini fleiri ferðir at vita, at tað ber als ikki til at taka eina útbúgving uttan notatir, men tað er ongin trupulleiki.
Nógv er at minnast ístaðin fyri, men heldur Uni, at hetta er bert ein vanasak.
- Ein kann venja heilan til so nógv, so tað var als ikki so ringt, sum tað kanska tykist. Tað ræður bara um at lurta nóg væl eftir, sigur Uni og smílist.
Nógv at gera
Prátið byrjar at snúgva seg um Føroyar sum handikapp-land. Uni er av tí sannføring, at tað kundi helst verið handikapp-vinarligari. Men hann vil tó ikki lasta nøkrum fyri nakað.
? Ringt er at gera øll nøgd, sigur hann.
? Tey blindu vilja jú hava kantar at føla, so tey nøkunlunda vita, hvar tey eru. Tey, sum sita í koyristóli, tey vilja hava skráningar, so tey sleppa upp og inn. Tað ræður um at tosa saman og finna loysnir, heldur Uni, sum heldur, at tey, sum sita í koyristóli hava størri trupulleikar enn hann sjálvur.
Sum heild metir Uni Rasmussen, at fólk eru við at gerast meira tilvitað um kroppin. Nú hann hevur fingið útbúgving, so er hann tveir dagar um vikuna á Blindastovninum, ein dag á Tavuni í Leirvík og hinar tveir er hann heima á klinikkini, sum hann hevur í kjallaranum heima við hús í Søldafirði.
Dagarnar hann er á Blindastovninum býtir hann í tvey. Annan dagin brúkar hann til at mýkja vøddarnar á starvsfólki og hjá blindum og sjónveikum. Hin dagin koma fólk úti frá inn at fáa vøddarnar mýktar.
? Nógv fólk vitja, og tað er eitt tekin um, at fólk eru meira tilvitað um kroppin. Til dømis á Tavuni, har er undirtøkan ógvuliga góð. Tey hava eisini brúk fyri tí, tí tey hava eitt hart arbeiði, sigur Uni, sum vísir á, at á henda hátt, so ber eisini til at fanga trupulleikararnar, áðrenn tørvur verður á at fara til lækna.
Arbeiðið, sum tú hevur hevur nógv at siga, hvussu kroppurin er fyri. Trupulleikarnir eru ofta bæði kropsligir og sálarligir, og Uni veit eisini um vøddamýkjarar, sum ganga til vøddamýkjara.
? Men vit læra at hugsa um okkum sjálvar, tá vit skulu mýkja vøddum, greiðir Uni frá. ? Arbeiðsstøður og venjingar . Ein lærir at halda seg sjálvan við líka. Fleiri, sum arbeiða sum vøddamýkjarar eru givin og undirvísa í tí, so har er eisini ein annar møguleiki.
Uni sigur, at tað ræður um at duga at spenna og sleppa í kroppinum. Nógv verður undirvíst í sálarfrøði, tí tað er ofta, at trupulleikin als ikki liggur í kroppinum. Har verður denturin lagdur á sjúkdómslæru, og hvar markini eru. Hvar er økið hjá vøddamýkjaranum, og nær skal hann senda sjúklingin víðari til lækna ella sálarfrøðing.
Sum er í løtuni hevur Uni eina klinikk í Søldafirði. Her er hann tveir dagar um vikuna, og tað ber til at bíleggja sær tíð hjá honum. Tað sæst týðiliga á honum, at hann hevur funnið sær eitt arbeiði, sum hann er glaður fyri, og Uni sigur eisini sjálvur, at hetta arbeiðið ætlar hann sær at fáast við restina av lívinum.