Ongin tjóð í Evropa er so kristin sum føroyingar

Tað er merkisvert at hoyra, hvussu nógv kristin vinnulívsfólk eru í Føroyum

- Eg eri rættiliga vísir í, at ongin tjóð í øllum Evropa er so kristin sum tann føroyska tjóðin.

 

Tað var boðskapurin hjá Friðrik Schram, sum var gestarøðari á landsfundinum hjá Miðflokkinum í gjár.

 

Friðrik Schram er íslendskur fríkirkjuprestur og hann er sannførdur um, at ein orsøk til, at tað gongur føroyingum so væl, er, at vit hava dugað nógv betri enn íselndingar at varðveitt kristnu trúnna.

 

Og hann er eisini sannførdur um, at tað øvugta var orsøkin til djúpu kreppuna í Íslandi, tá ið landið fór á heysin í 2008.

 

- Tá mistu túsundtals íslendingar alt, bæði ognir, arbeiði, pengar - og álitið á framtíðini.

 

Hann nevndi eisini, at føroyingar vóru teir fyrstu at veita íslendingum lán uttan treytir ella krøv.

 

Hann sigur at eftir íslendskum meti, var hetta so stórsinnað, at hetta er eitt, íslendingar ofta tosað um enn.

 

- Spyrt tú politikarar, hví kreppan rakti Ísland so hart, fært tú neyvan tað svarið, sum eg haldi er tað rætta, sigur íslendski fríkirkjupresturin.

 

Hann er sannførdur um, at ein orsøk til kreppuna í Íslandi var manglandi gudsóttan og manglandi virðing fyri øðrum menniskjum.

 

- Hetta eru avleiðingarnar av, at Ísland er avkristnað.

 

- Við grammleika og ábyrgdarloysi misbrúktu nøkur fólk støðuna til at ríka seg upp.

 

Harafturat er hann eisini ivaleysur í, at tann kristna trúgvin, sum er bygt á tey 10 boðini, eru vegurin burtur úr kreppuni.

 

Hann heldur, at tað øvugta ger seg galdandi í Føroyum og at orsøkin til, at tað gongst okkum so væl, er, at vit hava varðveitt tey kristnu virðini.

 

- Tað er heilt merkisvert at hoyra, hvussu nógv, kristin vinnulívsfólk eru í Føroyum.

 

Sjálvur er Friðrik Schram ein av tiltikna 68 ættarliðnum.

 

- Men okkara ættarlið sveik uppgávuna at føra kristnu virðini niður til næsta ættarlið ásannar hann og tað er júst hetta ættarliðið, sum hevur staðið á odda fyri tí, sum fór fram í Íslandi upp undir kreppuna.

 

- Tey høvdu ikki ábyrgdarkenslu fyri øðrum menniskjum og høvdu ikki tey kristnu virðini, sum kundu stýrt Íslandi uttanum kreppuna.

 

Friðrik Schram heldur, at vit hava varðveitt kristnu trúnna nógv betri enn íslendingar.

 

- Nógv ung í Íslandi vita ikki, hvat hendi á jólum og á páskum og tey hava ikki peiling av, hví vit halda hvítusunnan, sigur hann

 

Hann sigur, at stóra avbjóðingin hjá íslendingum í hesum døgum er at sleppa okkum burturúr fíggjarligu og mentanarligu kreppuni.

 

- Uppgávan verður at kunnað íslendingar um kristnu trúnna við tí endamáli at varðveita rættvísi og eina sunna mentan, sigur hann.