Tað er eingin tekin um, at ILA, sum herfyri varð staðfest í einum alibrúki hjá Bakkafrosti út fyri Selatað, hevur breitt seg til onnur alibrúk. Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Hetta var fyrstu ferð síðani 2005, at ILA var staðfest í Føroyum. Beinanvegin vórðu tiltøk sett í verk fyri at avmarka og basa virusinum at breiða seg, og framvegis verða sýn tikin, fyri at staðfesta støðuna.
Men trýst á pílin undir myndini og hoyr Birnu Mørkøre greiða frá, hvussu støðan er beint nú.
|