Ongin steypahondbóltur í kvøld

HSF hevur avlýst ætlandi hondbóltsdystirnar í steypakappingini í kvøld vegna veður

Dystir millum StÍF – Neistan og Søljuna – Kyndil í steypakappingini hjá kvinnum eru avlýstir. Dystirnir skuldu annars verða í kvøld, men veðrið er somikið ringt, at Hondbóltssambandið hevur valt at fyribils avlýsa dystirnar.

 

Les eisini: Liljan sløkti Stjørnuna

 

Serliga dysturin í bólki 1, millum StÍF og Neistan, hevur stóran týdning fyri hvør kemur víðari í bólkaspælinum. Í hinum dystinum er Kyndil greiður favorittur og kann við sigri tryggja sær víðari luttølu.