Hollendska miðvallara stjørnan skiftir fyribils ikki til Manchester United sambært umboðsmanninum. Arsenal eru sinnaðir at selja Arshavin, meðan Liverpool skal bjóða nógvar pengar um teir vilja hava Darren Bent.
Tað eru nakrar av leysasøgunum í bretsku miðlinum, nú 13 dagar eru til flytingarvindeygað letur aftur.
Wesley Sneijder
Manchester United hevur leingi verið sett í samband við 27-ára gamla Wesley Sneijder, men sambært Sky Sports so verður tað skiftið av ongum fyribils.
- Eg trúgvi at Wesley Sneijder verður verandi í Inter Milan, sigur umboðsmaðurin hjá honum, Søren Lerby, við italskar miðlar.
Sky Sports skrivar eisini, at Manchester City eisini hevur áhugað fyri at fáa fatur á Wesley Sneijder í einum býtishandli við Carlos Tevez.
Arsenal
Andrey Arshavin hevur ikki havt tað lætt í Arsenal seinastu 18 mánaðirnir. Nú hevur Arsene Wenger sambært Daily Mirror fingið nokk og er sinnaður at selja hann fyri áleið 50 milliónir krónur. 30-ára gamli russin hevur sáttmála fram til 2013, men tað tykist vist, at Arsenal ikki eru sinnaðir at leingja sáttmálan. Blaðið nevnir italska felagið Lazio, sum ein møguligan komandi arbeiðsgevara.
Arsenal hevur verið sett í samband við Barcelona verjuleikaran, Eric Abidal. Fraklendingurin hevur tó skrivað nýggjan sáttmála við sponsku meistararnar og verður aldrin at síggja í Arsenal troyggjuni sambært International Business Times, sum hevur tosað við umboðsmannin hjá honum.
Liverpool
Sambært Metro, so eru Liverpool áhugaðir í at fáa Darren Bent til felagið fyri at loysa trupulleikarnar í álopinum. Venjarin hjá Aston Villa, Alex McLeish, skal hava sagt, at um nakar skal keypa nakað frá honum, so skulu boðini verða sera góð.
Dailymail veit at siga, at Liverpool og Arsenal eru áhugaði í 24-ára gamla Blackburn verjuleikarnum, Scott Dann. Hann er fyrr settur í samband við Liverpool, men í løtuni tykist Liverpool hava væl størri trupulleikar í álopinum og miðjuni heldur enn í verjuni.
Dailymail veit somuleiðis at siga, at Liverpool er um reppið at keypa 19-ára gamla Joao Carlos Teixeira, sum er úr sama fótboltsskúla hjá Sporting Lisbon sum eitt nú Cristiano Ronaldo, Nani og Luis Figo.
Newcastle
Newcastle vil hava Aly Cissokho at taka yvir á vinstra bakki, eftir at felagið í summar seldi José Enrique til Liverpool. Aly Cissokho spælir í løtuni við franska Lyon og sigur sambært Newcastle Chronicle, at feløgini í løtuni samráðast.
Chelsea
Mark Hughes segði í dag við Sky Sports, at hann hevur prátað við Chelsea miðverjan, Alex, um eitt møguligt skifti til QPR.
Bretskir miðlar skriva eisini í dag, at Chelsea hevur keypt tríggjar beiggjar frá Luton Town. Teir tríggir, Rio, Cole og Jay Dasilva eru allir millum 12 og 13 ára gamlir.