Ongin slingur í valsinum

­Í gjárkvøldið høvdu fakfeløgini kreppufund og har varð staðfest, at tey ætla at seta hart ímóti hørðum ímóti løgtinginum og landsstýrinum

ALS
 

­- Vit ætla ikki at slaka.
Ingeborg Vinther sigur, at tað var ongin slingur í valsinum, tá ið flestu fakfeløgini í landinum hittust á kreppufundi í gjárkvøldið.
Á fundinum viðgjørdi tey ætlanina hjá politiska valdinum at avtaka bæði ALS og Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin og at leggja báðar skipanirnar beinleiðis undir fíggjarlógina hjá Løgtinginum.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at hetta er eitt mál, sum bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar taka í størsta álvara og her er fyri einaferð skyld eitt mál, har bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eru fullkomiliga samd og draga eina línu.
 
Góðtaka ikki ætlanina
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í allar størsta álvara og tí avgjørdu tey at hittast á fundi í gjárkvøldið at viðgerða støðuna.
Hon sigur, at tey flestu av fakfeløgunum vórðu umboðað á fundinum.
Og hon sigur, at fakfeløgini eru púra samd um, at tey fara ikki at góðtaka, at løgtingið gjøgnumførir ætlanina.
-Vit eru púra samd um, at hvørki ALS, Samhaldsfasti ella Frítíðargrunnurin, skulu takast av og leggjast á fíggjarlógina.
Hon leggur afturat, at fakfeløgini eru púra samd um, at tær skipanir, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rinda, skulu.
­- Har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir gjalda, skulu teir eisini valda, leggur hon afturat.
Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini fara nú at biðja um fund við nevndina hjá Løgtinginum, sum viðger málið víðari.
Hon sigur, at fakfeløgini hava ikki tosað um, hvat skal henda, halda landsstýri og løgting fast við ætlanina at leggja grunnarnir, sum arbeiðsmarknaðurin umsitur, undir fíggjarlógina.
- Men vit eru samd um, at halda løgting og landsstýri fast við ætlanina, skulu fakfeløgini hittast aftur at tosa um, hvat so skal gerast.
Hon sigur, at í hesum liggur, at fakfeløgini eru ikki sinnað at sleppa málinum og at tey eru sinnað at gera tað, sum neyðugt er, fyri at forða fyri at ALS, Samhaldsfasti og aðrir grunnar hjá arbeiðsmarknaðinum, verða ognartiknir. 
Sí meiri á síðu 5