Ongin skattalætti til tey lægstløntu

Tvørtur ímóti fáa lesandi, og onnur láglønt, nú eina eykarokning frá samgonguni

Tey, sum hava tær løgstu lønirnar í Føroyum fáa ongan lut í skattalættanum, sum samgongan fer at lata lág- og miðalinntøkum.

 

Tað vísir ein útrokning, Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Sosialin, sum er í sølubúðunum hetta vikuskiftið.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at lata lág- og miðalinntøku skattalætta. Men láglønt skulu valdast, tí útrokningarnar hjá búskaparfrøðingunum vísa, at tey, allar lægst løntu, tey sum forvinna undir 100.000 krónur, fáa ongan skattalætta.

 

Tvørtur ímóti fara tey at fáa eina eykarokning, tí tey skulu rinda meiri í Samhaldsfasta eftirlønargrunnin

 

- Tær lægstu inntøkurnar, ið liggja undir 100.000 krónur um árið, verða harðari skattaði. Hetta er vanliga lesandi og onnur, ið royna at tjena nøkur oyrur aftrat tí stuðli, ið tey longu fáa. Sostatt verða umstøðurnar hjá lesandi, og øðrum, at tjena nøkur oyra, verri.

 

Men í Sosialinum sæst eitt yvirlit yvir, hvør fær skattalætta, hvussu nógv teir ymsu inntøkubólkarnir fáa, og har sæst eisini, hvør skal rinda meiri, og tað eru bæði láglønt og hálønt.