Ongin skal tvingast av landinum undan okkum

- Tað, sum vit nú gera, er tað, sum skuldi verðið gjørt fyri seks árum síðani og fyrsta dagin fáa vit at síggja um tað eydnast samgonguni at semjast um ein fíggjarpolitikkin nú, ella um vit mugu bíða til eftir Ólavsøku, sigur Løgmaður

Samráðingarnar í samgonguni um fíggjarligu karmarnar fyri føroyska samfelagið tey næstu árini, eru nú á veg inn í eina avgerðandi fasu.

Ætlanin hevur verið, at samgongan skuldi koma til eina niðurstøðu áðrenn summarferian byrjar av álvara og so skuldi Løgtingið kallast saman nú í juni mánað at viðgera ymsar lógarbroytingar, sum vera neyðugar.

Men tað hevur drigið út og nú má Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ásanna, at tað er ikki vist, at tað eydnast at koma til eina niðurstøðu nú.

Men hann sigur, at hendan vikan verður nokk so avgerðandi fyri, um tað eydnast at finna semju nú.

- Eg vænti, at tá ið hendan vikan er farin aftur um bak, vita vit um tað ber til at røkka eini semju nú, ella um vit mugu bíða til eftir ólavsøku, sigur hann vit Sosialin.

Sjálvur dugir hann ikki at siga, um tað ber til at finna semju nú, ella ikki.

- Tað er hopleyst at siga, tí málini skulu mýkjast og tað kann vera so skjótt, at tað gleppur, men tað er ikki til at vita, sigur hann

Hinvegin leggur hann dent á, at samgongan fer at taka sær tað neyðugu tíðina at finna semju.

- Fíggjarlógin fyri 2010 skal ikki verða ligur fyrrenn í heyst, so skuldi tað ikki eydnast samgonguni at funnið eina semju nú, er tað er ongin vanlukka yvirhøvur

Hann vil framvegis ikki siga nakað um, hvørji mál, samgongan arbeiðir við.

Kortini sigur hann hann, at samgongan er komin væl áleiðis og at tað er góður vilji hjá øllum pørtum at finna eina semju.


Bygnaðarbroytingar

Í Sosialinum um vikuskiftið stúrdi Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, fyri úrslitinum av samráðingunum í samgonguni, tí hann metti, at tað, sum higartil er komið fram, boðar ikki frá góðum.

Hann heldur, at tosað hevur verið ov nógv um sparingar og ov lítið um, hvussu ætlanin er at tryggja, at fólk ikki missa arbeiðið, hús og heim og rýma av landinum.

Men hóast løgmaður ikki vil siga nakað um smálutirnar í samráðingunum, vísir hann óttanum hjá búskaparfrøðinginum staðiliga aftur.

- Tað verður ongin rikin av landinum av okkara politikki, staðfestir hann.

Hann sissar føroyingar og lovar, at tann semjan, sum samgongan arbeiðir fram ímóti, fer ikki á nakran hátt at seta skelk í samfelagið.

Hann sigur, at sparingar er bara ein partur av tí uppleggi, sum samgongan kemur við.

- Talan er um ein pakka, sum er í trimum, við einum rakstrarpakka, einum bygnaðarpakka og einum virksemispakka, sigur hann.

Hann sigur, at fyri nøkrum árum síðani varð blokkurin úr Danmark skerdur 367 milliónir um árið.

Men tað varð gjørt, uttan at politikararnir samstundis gjørdi nakrar sum helst bygnaðarligar broytingar fyri at laga samfelagið til tær minkandi inntøkurnar.

- Tað, sum vit nú eru í holt við, eru at gera tær bygnaðarligu broytingarnar, sum í veruleikanum skuldu verið gjørdar fyri seks árum síðani, sigur Kaj Leo Johannesen.

Tó at hann onki vil siga um smálutir og snávingarsteinar í samráðingunum, eru tað ávís yvirskipað mál, sum samgongan hevur sett sær.

Eitt endamál er at ein framtíðar eftirlønarskipan skal vera ein partur av bygnaðarbroytingunum.

Eitt annað, yvirskipað endamál er, at næsta ár skal føroyska samfelagið ikki verða dýrari at reka enn tað er í ár.

- Bara tann málsetningurin er ein týðandi partur av tí politikkinum, sum skal førast.

- Men tað, sum annars hevur verið frammi um rentufrádrátt, lønarsteðg, fiskimannafrádrátt og annað, eru bara gitingar, sum eg ikki geri viðmerkingar til, sigur løgmaður.

Hinvegin leggur hann dent á, at hóast sparingar skulu gerast í almenna rakstrinum, er tað eisini eitt høvuðsmál hjá samgonguni at gera ein virksemis pakka fyri at skapa arbeiðspláss fyri at tryggja, at arbeiðsloysið ikki veksur.

- Virksemispakkin skal tryggja, at tað skal bera til hjá teimum, sum møguliga missa starvið av almennum sparingum, at finna onnur størv, sigur løgmaður.

Hann vissar eisini um, at samgongan leggur stóran dent á, at tryggja, at hava eina javnvág í ímillum sparingarnar, bygnaðarbroytingarnar og virksemisætlanina, at tað ikki elvir til økt arbeiðsloysi.

- Men í so máta eru vit so ótrúliga nógv betri fyri enn nógv av okkara grannalondum, eitt nú Bretland, sum eftir ætlan fer at hava hall tey næstu árini, sum svarar til tvær milliardir í okkara peningi.

Løgmaður sigur, at okkara hall verður kanska 750-800 milliónir í ár og tað er ov stórt. Tí kunnu vit ikki lata standa til, men vit mugu seta sparingar í verk.

Men vit hava at kalla onki arbeiðsloysi. í Alheims høpi er tað metlágt og við tí virksemispakka vit hava, fara vit at skapa so mikið av arbeiðið, at arbeiðsloysið skal haldast niðri, hóast onkrar sparingar verða settar í verk.


Andstøðan við

Kaj Leo Johannesen sigur, at samgongan hevur eisini sett sær fyri, at allir limirnir í samgonguni skulu taka undir við semjuni, sum verður gjørd, tí tað ber ikki til, at einstakir tinglimir spæla fríspæl.

Endamálið er at fáa andstøðuna við í eina semju fyri at fáa so stóra undirtøku sum gjørligt, so ætlanin er eisini at kalla andstøðuna til fundar, tá ið málið er komið longri fram á leið og so fær hon sjálvandi eisini høvi at seta síni fingramerki á politikkin.

Løgmaður ásannar, at skal tað eydnast at fáa andstøðuna við, er tað ein fortreyt, at samgongan er samd, tí tað er neyvan hugsandi, at andstøðan fer at hjálpa eini spjaddari samgongu at lyfta ein politikk ígjøgnum.

- Men eg haldi eisini allir tinglimir hava fatað álvaran í støðuna og ikki fara at brúka hetta høvi til at røkja egin áhugamál, leggur hann afturat.