Ongin skúlagongd á ALV

Næstformaðurin í ALV-stýrinum, Bartal Kass, sigur, at næmingarnar á ALV-skúlanum fara ikki undir skúlagongdina við Áir áðrenn 30. august. Næstformaðurin vil ikki greiða nærri frá, hví skúlagongdin hjá næmingunum á ALV-skúlanum er útsett 14 dagar.

Skúlagongdin hjá næmingunum á ALV-skúlanunum við Áir skuldi av røttum byrjað mánadagin, men so varð ikki.
Seinastu mánaðirnar hevur rættiligt rok stungið seg upp um skúlastjóraviðurskiftini á ALV-skúlanum, og sum skilst er orrustan millum frákoyrda skúlastjóran, Øssur av Steinum, og ALV-stýrið høvuðsorsøkin til, at skúlaárið 2004/05 við Áir ikki fór av bakkastokki mánadagin.
Næstformaðurin í ALV-stýrinum, Bartal Kass, sigur, at stýrið hevur gjørt av at útseta skúlaársbyrjanina til 30. august. Spurdur, hvør orsøkin er til, at næmingarnar á ALV ikki fóru undir skúlagongdina mánadagin, svarar næstformaðurin, at tað hevur hann onga viðmerking til.
Spurdur, um tað er orrustan millum Øssur av Steinum og Alv-stýrið, ið er høvuðsorsøkin, svarar Bartal Kass enn einaferð, at tað hevur hann onga viðmerking til.
Sosialurin royndi bæði mánadagin og týsdagin at fáa fatur á formanninum í Alv-stýrinum, Doris Hansen, men tað eydnaðist okkum ikki.