Ongin sjúklingur skal bíða meiri enn ein mánað at fáa viðgerð

Tey, sum verða sjúk, skulu í mesta lagi bíða eina mánað eftir at fáa viðgerð.

 

Tað heldur Sambandsflokkurin og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri flokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um, at allir føroyingar skulu hava eina viðgerðartrygd.


Tað merkir, at ongin skal bíða longur enn ein mánað frá tí at illgruni er um eina sjúku, til viðgerðin er sett í verk. Og tað skal bæði vera galdandi fyri medisinskar viðgerðir, skurðviðgerðir og psykiatriskar viðgerðir.

 

Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at heilsuverkið er ein hornasteinur í samfelagnum, men hann heldur, at bíðilistarnir eru ov langir.

 

Tí vil Sambandsflokkurin hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal kanna eftir, hvussu tað kann lata seg gera at geva øllum sjúklingum eina viðgerðartrygd, og Landsstýrið skal eisini útgreina hvat tað kostar.

 

Men Sambandsflokkurin ivast ikki í, at hóast útreiðslur standast av at seta eina viðgerðartrygd í verk, er peningur at spara í hinum endanum, tí fólk ganga styttri sjúkrameldað, tí eitt endamál við eini viðgerðartrygd er at fáa fólk skjótari á arbeiðsmarknaðin aftur.