Ongin føroyingur, sum hevur fingið eina sjúku, skal bíða longri enn ein mánað eftir at koma í viðgerð. Tað er ein skipan, Sambandsflokkurin lovar atr seta verk, kemur hann í samgongu eftir løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 31. august í ár.
Í formansfrágreiðing síni á landsfundinum í Sambandsflokkinun í morgun, staðfesti flokfsormaðurin, Bárður á Steig Nielsen, at krøvini til heilsuverkið, veksa alsamt, eisini krøvini til viðgerðartygt og endurvenjing.
Hann ásannar, at tað er ringt at fáa kommunulæknar til ymisk øki í landinum og somuleiðis er tað ringt at manna ymisk serlæknastørv á sjúkrahúsunum. Samstundis er stórur tørvur á endurvenjing. Hann vísir eisini á, at tølini vísa, at tað er neyðugt at hækka játtanina til heilsuverkið nakrar hundrað milliónir fyri at okkara heilsuverk skal kunna javntmetast við heilsuverkini í okkara grannalondum.
– Hóast vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu árini, mangla framvegis pengar til so týðandi økið, sum okkara heilsuverk, sigur Bárður Nielsen.
Hann ivast ikki í, at tað hevur havt sínar avleiðingar, at ríkisveitingini, í »óðum verkum« varð skerd 366 milliónir um árið í 2002, sigur hann. Men enn er langt eftir á mál á heilsuøkinum, ikki minst er endurvenjing, bæði likamlig, sálarlig, og sosial endurvenjing, ein týðandi táttur, har vit eru eftirbátar.
Hann sigur, at tískil fer Sambandsflokkurin at tryggja, at játtanin til Heilvuverkið verður hækkað 30 milliónir um árið. Eitt endamál við tí er, at eingin skal bíða longri enn 30 dagar eftir at fáa viðgerð, tí tey, sum bíða eftir at fáa viðgerð, mistrívast. Herumframt missir samfelagið virðir og landið fær eyka útreiðslur til almennar veitingar, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
– Endamálið er eisini, at vit skulu taka støðu til, hvørjar viðgerðir, vit skulu hava í Føroyum, og so gera okkum hundrað prosent út til tað, sigur hann.
– Tað er fyrst og fremst av virðing fyri tann einstaka, at skulu verða virkin aftur sum skjótast. Hetta er samstundis ein íløga fyri samfelagið, ið vit fáa innaftur, við tað, at borgarin kemur úr aftur almennu skipanunum skjótari enn annars, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin fer ikki at spara í játtanini, hvørki til viðgerðir uttanlands, ella til viðgerðir innanlands. Vit vita, at úrslitið kann gerast, at tað í longdini gerst dýrari, tí fólk ikki sleppa aftur til arbeiðis, sigur hann.