Ongin ósigur

Hóast landsúrslitið fyri Sambandsflokkin ikki var so gott, so heldur toppskorarin í norðoyggjum Bjørn Kalsø ikki, at valið kann kallast ein ósigur fyri flokkin, tí hann gekk knappar 100 atkvøður fram í norðoyggjum

Klaksvík:
Hóast Sambandsflokkurin ikki fekk ein mann inn, so var kortini talan um eitt gott val hjá flokkinum í norðoyggjum. Stóri atkvøðuslúkarin hjá flokkinum var Bjørn Kalsø, sum fekk 192 atkvøður. Hetta er fyrstu ferð, at Bjørn hevur stillað upp til eitt løgtingsval, og hann er bilsin av stóru undirtøkuni, sum hann fekk.
? Eg eri sera bilsin, tí eg hevði væntað, at tað fór at verða tættari milllum valevnini, sigur Bjørn.
Hann heldur, at hóast landsúrslitið fyri flokkin ikki var serliga gott, so sær tað gott út fyri Sambandsflokkin í norðoyggjum út frá úrslitunum týskvøldið, og tí skýrir hann ikki úrslitið sum ein reinan ósigur.
? Flokkurin gekk fram við knapt 100 atkvøðum í norðoyggjum, so tað er eitt greitt tekin um, at her er nakað at byggja víðari uppá hernorðuri, sigur Bjørn Kalsø.
Tosað varð annars um áðrenn valið, at hann heilt stóri atkvøðuslúkarin frá løgtingsvalinum í 2002, Magni Laksáfoss, helst fór at fáa nógvar atkvøður aftur hesuferð. Men Magni Laksáfoss endaði við sínum 80 atkvøðum á triðja plássi aftan fyri Bjørn og John Kára Jacobsen.
Hetta heldur Bjørn kann koma av, at Magni ikki býr í norðoyggjum.
? Klaksvíkingar eru so lokalir, so eg trúgvi, at tað at Magni býr í Eysturoynni hevur gjørt sítt til, at hann gekk aftur, sigur Bjørn, sum takkar fyri álitið, sum hann persónliga og flokkurin fingu í norðoyggjum.
Hann dugir illa at siga, hvør orsøkin er til, at hann fekk so nógvar atkvøður, men Bjørn er rímuliga kendur í norðoyggjum frá ítrótti, og so er hann fólkaskúlalærari til dagligt.
? Eg veit ikki, hvat fólk velja eftir, og eg havi ikki gjørt so nógv við tað persónliga valstríðið, men havi sjálvandi fingið nakrar møguleikar frá flokkinum í til dømis í sjónvarpinum, sigur Bjørn, sum viðgongur, at góða úrslitið týskvøldið hevur givið honum blóð upp á tonnina.