Ongin setir spurnartekin við norðmenn

Norðmenn skerdu fiskirættindini hjá føroyingum við Svalbard einsíðugt í 1998, tí vit ikki nýttu okkara fiskidagar, men teir skerja ikki sínar egnu fiskidagar, sum teir heldur ikki nýta og hetta kann gerast alt avgerandi, tá kvotur verða settar við Svalbard, sigur Jóhannus Joensen, skipari á Sooth Island.

 

Norðmenn skerdu fiskirættindini hjá føroyingum við Svalbard einsíðugt í 1998, tí vit ikki nýttu okkara fiskidagar, men teir skerja ikki sínar egnu fiskidagar, sum teir heldur ikki nýta og hetta kann gerast alt avgerandi, tá kvotur verða settar við Svalbard, sigur Jóhannus Joensen, skipari á Sooth Island.


Spurningurin um landsstýrið skal loyva fleiri rækjubátum er tvískildur. Snýr tað seg um, at sláa fast søguligan rætt til fiskidagar, so er er rætt at fáa fleiri rækjuskip inn í flotan, men verða høvuðsleiðirnar á Flemmish Cap og við Svalbard kvoteraðar eftir verandi fiskidøgum, so standa vit eftir við einum alt ov stórum flota til alt ov lítlar kvotur, hetta heldur skiparin á South Island, Jóhannes Joensen úr Vági.

-Føroyska rækjuveiðan er í dag 4-500 milliónir í hørðum valuta. Tað er ikki bara ein spurningur um at gagnnýta fiskidagar og vit royna sjálvsagt, har mest er at fáa. Men tað undrar meg stórliga, at forøoykir myndugleikar tykjast at hava góðtikið, at norðmenn hava skert okkara fiskidagar við Svalbard við eini helvt, uttan sjálvir at hava tikið ein einasta fiskidag burtur frá sær sjálvum, sigur Jóhannus Joensen, skipari.

-Tað tykist sera løgið, at norðmenn ikki nýta somu grundgevingar fyri sær sjálvum, sum fyri øðrum, tá teir royna at verja rækjustovnin við Svalbard, sigur hann.

?Fyri tað fyrsta, so var Føroyar einasta land í samfull 15 ár, sum varð avmarkað av norðmonnum við Svalbard. Vit fingu fiskidagar meðan øll hini londini kundu veiða óavmarkað. Nú hava so norðmenn skert okkara fiskidagatal úr 2400 niður í 1300 fiskidagar. Vit kunnu skilja hetta útfrá, at fiskiskapurin hevur verið betri á Flemmish Cap seinni árini, men fiskidagar merkja eisini søgulig rættindi. Tað er ongin ivi um, at kvotur verða ásettar við Svalbard. Hesar verða útroknaðar eftir fiskidøgum. Og tá verður munur á at rokna kvotur eftir 2400 fiskidøgum heldur enn 1300. Norðmenn eiga 8500 fiskidagar við Svalbard. Eg havi roynt nógv har á leiðini og eg skjóti upp á at teir nýta ikki ein dag yvir 5000 fiskidagar við Svalbard. Hóast tað, so verða teirra kvotur í framtíðini útroknaðar frá teimum 8500 fiskidøgunum, sum standa óbroyttir, hóast vit føroyingar eru skerdir, sigur Jóhannus Joensen, skipari.


Eru grammir

Norðmenn vita, at fiskidagar telja nógv, tá tað einaferð í framtíðini verða ásettar kvotur ár rækjum. Tí eiga teir ikki færri enn 6000 fiskidagar á Flemmish Cap, men brúka bara ein lítlan part av hesum.

-Á Flemmish Cap hevur norski trolarin ?Ingvar Iversen? roynt einsamallur og onkuntíð hendir tað seg at eitt annað norskt skip kemur á leiðina. Teir brúka eini 5-600 fiskidagar á Flemmsh Cap. Men teir halda slett ikki, at nakað er galið við at teir liggja á 6000 fiskidøgum til hesi fáu skip. Her er slett ikki neyðugt at skerja niður eins og teir gjørdu við føroysku fiskidøgunum við Svalbard, sigur Johannus Joensen.

-Norðmenn hava sett sær fyri, at rækjuveiðan við Svalbard skal kvoterast um stutta tíð., Og í løtuni gera teir risa íløgur í rækjutrolarar, sum teir senda á leiðina. Um ein maður í Noreg eigur ein pinkulítlan rækjubát upp á nøkur fá tons, so gevur hesin rættindi at byggja ein rækjutrolara í 120 millióna klassanum,. Vit hava sæð nógv dømi um hetta í seinstuni,sigur Johannus Joensen.

-Tað- er framvegis langt frá, at norðmenn klára at nýta sínar egnu fiskidagar við Svalbard, og tí er tað ógvuliga mistonkiligt, at teir skerja fiskidagar hjá øðrum, við grundgevingini at hesir ikki klára at nýta allar fiskidagarnar, tá teir einki gera við sínar egnu ónýttu fiskidagar, sigur hann.

-Føroyingar hava ein trupulleika. Tað er kanska pláss fyri fleiri rækjuskipum, hugsa vit um at gagnnýta fiskidagarnar, men verða hesir roknaðir um til kvøtur, so verða hesar alt ov smáar, verða tær roknaðar frá 1300 døgum. Tí eigur landsstýrið at gera alt fyri at fáa upprunaligu fiskidagarnar aftur,sigur Jóhannus Joensen.

South Island og Kappin royna í løtuni við Svalbard. Fiskiskapurin er smáligur.


Johannus Joensen, skipari á brúnni á ?South Islands?.