Ongin ríðing í Havnadali


 

Seinastu dagarnar hevur eitt forboðsskelti staðið á vegnum út til Norðasta Horn. Eitt forboðsskelti, sum vanligi bilførarin kanska ikki leggur so nógv í, men eitt forboðsskelti, sum hevur fingið sinni í kók hjá nógvum reiðfólki í Havnini.
Skeltið ger tað nevniliga ólógligt hjá reiðfólki at ríða eitt strekki frá vegnum í Havnadali og niðan á Velbastaðsháls. Eitt strekki upp á 1,2 kilometur.
Fyri nógvum árum síðani var ein breyt framvið hesum vegnum, men hon hvarv tá vegurin varð breiðkaður. Og hesi breyt hevur stórur saknur verið í síðani. Men reiðfólk hava higartil lati sær lynda, men tá forboðsskeltið kom upp í farnu viku, gjørdist tað teimum ovboðið.
- Hatta strekki er partur av túrinum, vit brúka mest, og nú er vegurin so stongur fyri okkara viðkomandi, og vit sleppa ikki út í hagan, harmast Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar.
Leif Berg veit ikki um nakra frágreiðing frá nøkrum, hví hetta skeltið nú er komið upp at standa. Og hann undrast eisini stórliga á, at skeltið nú er sett upp.
- Vit hava riðið har í nógv nógv ár, og tí halda vit tað vera rættiliga undarligt, at eitt skeltið nú verður sett upp, sigur Leif Berg, sum eftirlýsir teimum tað, Vinnumálaráðið lovaði teimum fyri fleiri árum síðani.
- Vit vóru á fundi við Vinnumálaráðið og Bjarni Djurholm fyri fleiri árum síðani, og har fingu vit lova, at gera eina rás, sum vit kunnu nýta. Tað hava vit ongantíð fingið, og nú er so eitt forboðsskeltið sett upp, og tað kann ikki vera rætt, sigur Leif Berg, sum vil hava forboðsskeltið niður beinavegin.
- Vit høvdu vónað, at fólk halda tað tey lovað. Tað er ikki hent enn, men hetta sum nú hendir kunnu vit ikki góðtaka, sigur Leif Berg at enda.