- Ongin orsøk at útseta tað longur

- Næstu mánaðirnir høvdu bara verið merktir av klandri og stríði um tað sama, sigur Jenis av Rana.

- Tað er ein lætti, at hetta verður avklárað nú. Tað er gott, at vit hava givið avgerðina aftur til Føroya fólk, tí tað var ongin orsøk at útseta tað longur. Næstu mánaðirnir høvdu bara verið merktir av klandri og stríði um tað sama.


Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um avgerðina hjá løgmanni at skriva út nýval. Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at teir eru klárir til val.


- Vit eru klárir. Vit ynskja at framtíðartryggja føroyska samfelagið á eina kristna grund, har vit ynskja at verja okkara land móti fremmandum felagsskapum, ið ynskja at broyta okkara tjóð.


Jenis av Rana sigur, at flokkurin ynskir at seta sjóneyka á, at deila ríkidømið í landinum betri.


- Tørvur er á meira sosialum rættvísi í samfelagnum. Vit eru ríkiliga signað, bæði við tilfeingi og vinnulívsmonnum, ið skilja ta ábyrgd, ið teir hava at umsita ríkidømi rætt. Eg havi bara gott at bera flestu teirra. Men vit muga deila ríkidømi betri. Bara tað, at vit tosa um børn, ið liva í fátækraváða vísir, at tað er okkurt, ið er galið. Tí mugu vit gera grundleggjandi broytingar, ið kunnu hjálpa teimum, ið eru ringast fyri. 


Formaðurin er annars fegin um fleiri mál, ið eru loyst síðstu árini. 


- Tað er ómetalig nógv góð ting hend síðstu árini, tí Gud hevur signað okkum so ríkiliga. Vit fóru uppá val at minka um arbeiðsloysi og venda fráflytingini. Tað hevur eydnast í báðum førum.

- Tað eydnaðist eisini at minka bíðilistan hjá børnum og ungum til sálarliga hjálp. Tað var ein skemdarblettur í føroyskum politikki. Bíðilistin var á 160 fólk og bíðaðu tey í 2,5 ár. Í dag er bíðilistin 20 fólk, og mugu tey ikki bíða longri enn tað, ið man kann vænta.