Stjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, er ikki bilsin av nýggju
inntøkumetingunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum
eru, at inntøkurnar til føroyska samfelagið verða 125 mio. krónur lægri enn
fíggjarlógaruppskotið 2004 hjá undanfarnu samgongu leggur upp til.
-Tølini eru nógv broytt seinasta ársfjórðingin, og hyggur tú at
arbeiðisloysistølunum, so er ein týðilig niðurgongd at hóma. Allir
skipabólkar hava eisini niðurgongd í 2004 uttan nótaskipini og línubátarnir. Tað gongur heldur ikki væl hjá flakavinnuni á landi, so niðurgongdin kemur ikki óvæntað, sigur Marner Jacobsen.
Ongar panikkloysnir
Í valstríðnum hava fleiri flokkar nevnt møguleikan fyri politiskum
stuðuli til kreppuraktar vinnur. Stuðul til bæði alivinnuna og rækjuvinnuna
hevur verið havdur á lofti.
Hesum ávarar Marner Jacobsen staðliga ímóti. Hann heldur tað er av ómetaliga stórum týdningi, at komandi samgonga letur vinnuna sleppa at
laga seg til tær broyttu umstøðurnar, sum eru galdandi.
-Politikararnir mugu fram um alt halda seg frá at fremja panikkloysnir, tí tað ger ilt verri. Tað er umráðandi, at marknaðarprísirnir ikki verða avlagaðir við studningi, sigur hann.
Ikki gera av
Kreppan í alivinnuni hevur verið nógv umrødd seinastu mánaðirnar. Fleiri
røddir hava verið frammi um, at ein kreppa í føroysku alivinnuni kann
sammetast við eina kreppu fyri alt føroyska samfelagið. Hesum er Marner
Jacobsen ósamdur í.
Stjórin í Sparikassanum heldur, at tað er týðandi, at kreppan í alivinnuni ikki verður gjørd verri enn hon er.
-Longu í 2002 var prísurin lágur, og sjúka gjørdi um seg, so ábendingarnar hava verið at sæð í eina tíð. Væntandi er, at umleið 200 fólk missa arbeiðið í alivinnuni í 2004, og hetta er sjálvsagt ein harður veruleiki, har arbeiðsloysið rakar. Kortini umboðar hetta minni enn eitt prosent av lønarútgjaldingunum í Føroyum, og tí kunnu trupulleikarnir í alivinnuni ikki takast sum ein mynd av búskaparligu støðuni í føroyska samfelagnum sum heild, sigur hann.
Marner Jacobsen vísir á, at føroyska samfelagið er ikki á veg í eina
djúpa kreppu. Hann veit fullvæl, at alivinnan, rækjuvinnan og flakavinnan
hava tað torført í løtuni, men hann leggur dent á, at við røttum tillagingum í
hesum vinnum, kann gongdin venda.
Stjórin í Føroya Sparikassa vónar, at røttu tillagingarnar gera tað møguligt
at venda verandi niðurgongd um eini 2-3 ár. Hann sær ikki stórvegis
trupulleika í einum halli á fíggjarlógini í nøkur ár, so leingi tað ikki er
ein støðug gongd.