Ongin orsøk at føla seg snýttan

ATLANTSFLOG Privatu partaeigararnir í Atlantsflogi hava onga orsøk til at føla seg snýttar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

- Vit hava ikki lumpað nakran at keypa partabrøv í Atlantsflogi
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann er ómetaliga varin at siga nakað um Atlantsflog við tað, at talan er um eitt felag, sum er skráett á virðisbrævamarknaðinum og tað, størsti partaeigarin sigur, kann fáa stóra ávirkan.
Men sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, følir størsti privati eigarin, at landsstýrið hevur verið orðloysingur í hesum máli við tað, at ætlanin er ikki at einskilja størri part av Atlantsflogi.
- Størsti partaeigarin skal ikki føla seg snýttan, tí tað stendur ongastaðni í prospektinum, sum er grundarlagið undir einskiljingi, at størri partur av flogfelagnum skal einskiljast.
- Og prospektið er tað einasta, íleggjarar kunnu og skulu halda seg til og tað er tað einasta, eg havi at halda meg til.
Sostatt heldur Johan Dahl, at íleggjarar skulu ikki hugsað um tað sum er samtykt í Løgtinginum, men bara tað, sum stendur í prospektinum.
- Ongin hevur lovað privatu partaeigarunum, at størri partur í felagnum skal einskiljast.
Samstundis hava partabrøvini havt hampiliga stórt avkast øll árini, hóast búskapurin hevur verið kreppu.

Onga ávirkan
Nú verða nógvar royndir gjørdar at føra Føroyar fram uttanlands sum eitt trygt og gott íløguland. Vit spurdu Johan Dahl, um hann heldur, at tað kann fáa avleiðingar fyri umdømi okkara, tá ið ein almenn einskiljing kann enda so galið, sum hendan er.
Men tað heldur Johan Dahl yvirhøvur ikki.
- Sum sagt, stendur onki í prospektinum um at størri partur í Atlantsflogi skal einskiljast.
- Annars hava vit verið í eini langari búskaparligari kreppu síðani vit einskildu ein triðing av Atlantsflogi, so hetta hevur ikki júst verið rætta tíðin at selja partabrøv.


Samtykti at einskilja 66%
Tá ið ein triðingur av Atlantsflogi varð seldur, stóð onki í prospektinum, at størri partur av felagnum skuldi einskiljast
Men tað er kortini greitt, at tað hevur Løgtingið samtykt.
Í løgtingsmáli nummar 76 frá 2005, stendur í viðmerkingunum:

… sum partur í eini heildarætlan at einskilja 66% av partapeninginum í P/F Atlantsflog, fer landssty?rismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at einskilja upp til 33% av partapeninginum í 2006 …

… Tá ið felagið er skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum, fer landssty?rismaðurin at biðja Løgtingið um heimild at selja onnur 33% av partapeninginum.
34% av partapeninginum verða framvegis ogn hjá Føroya Landsstýri eftir tað, at felagið er einskilt.…

LES EISINI GREININA: Varð lumpaður at keypa Atlantsflog
LES EISINI GREININA: Johan Dahl finst at stjóranum í Atlantsflogi
LES EISINI GREININA: Trupulleikin við eigarunum í Atlantsflogi má loysast