Ongin niðurskurður í blokkinum

Bæði løgmaður og forsætisráðharrin halda seg til tær avtalur, sum eru gjørdar um blokkstuðulin, og tí verður uppskotið um at minka blokkin fyri skuld ikki tikið upp í hesi syftu

Eitt óvanligt uppskot kom frá Høgna Hoydal, varaløgmanni, beint upp undir fundin millum Anfinn Kallsberg, løgmanni, og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra.
Høgni Hoydal, sum hevur umsitið sjálvstýrismál, skjeyt upp í opnum brævi til forsætisráðharran, at blokkstuðulin verður skerdur við einum triðingi, og afturfyri verður føroyska skuldin til Danmarkar strikað.
? Tað er rættiliga meinginsleyst, at vit á hvørjum ári skulu taka ímóti 616 milliónum krónum og so senda 323 milliónir krónur niðuraftur, segði Høgni Hoydal í brævinum.
Men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fekk onki ljóð fyri uppskotinum. Hvørki frá Anders Fogh Rasmussen ella Anfinn Kallsberg.
? Hatta gangi eg ikki við til, kann eg beinanvegin siga. Vit hava eina greiða avtalu við Føroya landsstýri, og hana ætla vit at halda. Avtalan snýr seg um, at føroyingar rinda skuldina aftur til danska statin, og eg ivist heldur ikki í, at hon verður afturgoldin. Í øðrum lagi er avtalað, at blokkstuðulin minkar í samsvari við yvirtøkur av málsøkjum, og tað halda vit okkum til, segði Anders Fogh Rasmussen.
Anfinn Kallsberg løgmaður var púra samdur við forsætisráðharran, hóast hann kundi tikið undir við tankanum frá sínum samgongufelaga.
? Skal blokkstuðulin minkast, so skal tað henda eftir samráðingar og ikki bara soleiðis hissini. Vit eru samd um blokkstuðulin, og at hann skal minkast við yvirtøkum. Men vilja vit broyta tann leistin, so kunnu vit taka spurningin uppaftur, næstu ferð vit samráðast um blokkin, segði Anfinn Kallsberg á tíðindafundinum.
Løgmaður avdúkaði samstundis, at uppskotið frá Høgna Hoydal upprunaliga var hansara, men beint nú er tað ikki viðkomandi.