UNWRA kunngjørdi í gjár, at stovnurin var givin við at útvega teimum umleið 600.000 neyðstøddu palestinsku flóttafólkunum í Gaza-geiranum mat og aðrar neyðsynjarvørur, tí ísraelsku myndugleikarnir høvdu lagt felagsskapinum meinbogar í vegin.
Í kunngerðini stóð eisini, at matvørugoymslurnar í Gaza-geiranum eru at kalla tómar, og at støðan kann gerast álvarssom. Umleið 60 prosent av palestinunum í Gaza liva undir fátækramarkinum og hava dagliga tørv á hjálp frá UNWRA.
Ísraelsku myndugleikarnir umbóru seg við, at teir høvdu verið noyddir at herða trygdartiltøkini á markinum til Gaza-geiran fyri at forða fyri, at vápn verða smuglað um markið. Tey herdu tiltøkini skuldu eisini forða sjálvmorðsbumbumonnum at sleppa til Ísraels, søgdu myndugleikarnir.
UNWRA sigur, at teir líðandi palestinararnir í Gaza hava tørv á minst 250 tonsum av mati og øðrum neyðsynjarvørum um dagin.