Samgongan hevur enn ikki funnið eina loysn á ósemjuni, sum hevur verið í ljósum loga nú í nakrar dagar um tunlar.
Landsverk hevur skipað eitt tunlasjakk og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, gav boð um at tunnilin til Fámjins, skuldi vera tann fyrsti, hetta sjakkið fór undir. Hetta er ikki í samsvari við tilmæli frá Landsverki, sum heldur, at Dalstunnilin skal gerast fyrst. Men í farnu viku tók løgmaður, landsstýrismannin av ræði og boðaði frá, at tilmælið frá Landsverki skal fylgjast.
Kvf hevur greitt frá, at tað var óvist um Henrik Old fór at gera eftir boðunum frá løgmanni, og møguleikin var enntá umrøddur, at løgmaður fór at taka málsøkið frá honum.
Spurningurin skuldi umrøðast á Landsstýrisfundi í morgun. Hann er nú liðugur, og Henrik Old sigur í eini stuttari viðmerking, at enn er eingin loysn. Men hann sigur, at hann er framvegis landsstýrismaður, og hann umsetur framvegis samferðslumál.
Og hann vissar samstundis um, at ein loysn verður funnin á ósemjuni – men hvat tann loysnin kundi verið, hevur hann ongar viðmerkingar til.