Ongin kanning av almennum starvsfólki

Ein meiriluti í Løgtinginum hevur noktað fyri at tað verður almannakunngjørt, hvussu nógva fráveru almennum starvsfólki hava vegna sjúku og skeið

Tað verður ikki á hesum sinni, at almenningurin fær kunnleika til, hvussu ofta almenn starvsfólk eru burtur frá arbeiði hesi seinastu trý árini vegna sjúku, vegna skeið, ella vegna sjúk børn.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vakti ans, tá ið hann í Sosialinum fríggjadagin greiddi frá, at hann fór at reisa málið um fráveru hjá almennum starvsfólki

Í hesum sambandi ætlaði hann at seta Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum um hagtøl vóru um hesi viðurskifti.

Í morgun skuldi Løgtingið so atkvøða um, antin Jóannes Eidesgaard skuldi svara spurninginum ella ikki.

Andreas Petersen mælti løgtinginum frá at samtykkja, at spurningurin skuldi svarast, tí hetta var ein alt ov umfatandi spurningur at kanna hjá starvsfólkunum í fíggjarmálaráðnum.

Og tað tók Løgtingið til eftirtektar, tí tá ið atkvøtt var, vóru 15 løgtingslimir ímóti, at spurningurin verður svaraður, fýra atkvøður vóru blankar og bara tvær vóru fyri.

Sostatt er greitt, at spurningurin verður ikki svaraður.

Kári P. Højgaard sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur avgerðina til eftirtektar og ger ikki meiri við málið.

Men hann skilir ikki, at hetta skal vera so umfatandi, at tað ikki kann lata seg gera at svara spurninginum, tí antin eru hagtøl til skjals, ella eru tey ikki.

Hann heldur, at slík kunning er viðkomandi fyri starvsfólk á almennum stovnum, almenningin og politiska myndugleikan, tí úrslitið kann siga eitt sindur um, hvussu støðan er á almennum stovnum. Og vísa tølini, at fráveran er serliga stór, kann tað vera eitt tekin um, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nøktandi og so kundi politiski myndugleikin gjørt nakað við tað.