Ongin jólagáva til Jóan Símun

Arminia Bielefeld fekk ein ordans frammaná í toppstríðnum í dag

Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld taptu heili 3-0 í dag móti St. Pauli í 2. Bundesliguni. Føroyski landsliðsspælarin byrjaði inni, men bleiv skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Heimaliðið kom á odda longu aftaná tríggjar minuttir, tá Henk Veerman skoraði fyri St. Pauli. Heimaliðið økti miðskeiðis í fyrra hálvleiki, áðrenn Viktor Gyokeres staðfesti sigurin í seinna hálvleiki.

Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan, men bleiv skiftur úr eftir 62 minuttir, tá venjarin gjørdi eina tvífalda útskifting. Jólini verður tó bjargaði av, at hvørki VfB Stuttgart ella Hamburg SV vunnu sínar dystir. Sostatt er Arminia Bielefeld trý stig fremst, meðan VfB Stuttgart og Hamburg SV renna aftaná.