Ongin illgruni mótvegis Kasakstan

Tað eru ikki mynduleikarnir ella Fótbóltssambandið í Kasakstan, sum stendur aftanfyri horvna passið hjá Gunnari Nielsen.

Fleiri fólk hava seinastu tveir dagar sett spurnartekin við leiklutin hjá mynduleikunum og fótbóltssambandinum í Kasakstan í samband við, at passið hjá Gunnari Nielsen er blivið vekk, og nú møguliga ikki kann verja føroyska málið til landsdystin fríggjadagin.

Tað vísur seg kortini, at tað als ikki er soleiðis at tingini hanga saman.

 

-       Passið er sent úr Danmark av umboð hjá FSF til Motherwell, so tað er ilt at ímynda sær, at nakar úr Kasakstan hevur nakran leiklut í hesum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF.

 

Tað er sostatt millum Post Danmark og Royal Mail í Skotlandi, at brævið við passinum hjá Gunnari Nielsen er blivið vekk.

 

-       Mynduleikarnir í Kasakstan gjørdu tað teir skuldu í samnband við innfararloyvini, tá vit sendu passini til tey á sendistovuni í Týsklandi. Trupulleikin er, at passið hjá Gunnari er burturblivið, sigur Virgar Hvidbro, sum tó kundi hugsað sær, at eitt undantak kundi verið gjørt í hesum førinum.

 

-       Tá tað so er sagt, so kundu vit hugsað okkum, at eitt undantak bleiv gjørt í hesum førinum, men skipanin í Kasakstan er tung at fáast við, sigur Virgar Hvidbro.

 

Gunnari Nielsen hevur nú fingið nýtt pass, men innfaraloyvið er ikki komið upp á pláss enn, men landsliðsmálverjin situr í flúgvaranum á veg til Kasakstan, har vónað verður, at málverjin fær loyvi at koma inn í landið.