Í nøkrum førum eru mistøk gjørd, men tað hevur ikki kostað nøkrum eitt oyra.
Tað sigur Hanus Hansen á Faroe Pelagic, nú Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag fara at stevna uppsjóvarvirkinum av tí at starvsfólkið ikki fekk setanarskriv, sum tey høvdu rætt til.
Vinnukærunevndin gav fakfeløgunum viðhald og nú stevna tey eftir endurgjaldi.
Øll starvsfólk, sum í dag eru í starvi hjá Faroe Pelagic, og sum hava rætt til setanarskriv, hava setanarskriv, sigur Hanus Hansen.
- Hóast mistøk áður eru gjørd í nøkrum førum, hevur tað ikki havt avleiðingar fyri viðkomandi starvsfólk, hvørki fíggjarliga ella á annan hátt, leggur hann afturat.
- Tað er alment kent, at misskiljingar og ósemjur hava verið ímillum virkið og fakfeløgini.
Hann staðfestir, at Faroe Pelagic einasta felag, sum er kært til Vinnukærunevndina vegna vantandi setanarskriv, hóast tað eru fleiri onnur virkir í Føroyum, har arbeiðsgevarin ikki hevur givið sínum starvsfólki setanarskriv.
- Hinvegin skal tað sjálvandi ikki frítaka virki okkara at geva starvsfólkunum setanarprógv sambært lógini.
- Ósemjurnar ímillum partarnar eru úrslit av misskiljingum og ikki nøkrum illvilja. Tvørturímóti vilja vit halda allar skyldur felagsins, ikki minst mótvegis starvsfólki og fakfeløgum tess.
- Vit vóna tí at kunna leggja hetta mál afturum okkum og líta frameftir til frama fyri bæði starvsfólk, fakfeløg og virki okkara, sigur Hanus Hansen.










