Enn er ongin handtikin í samabandi við innbrotið á Viðareiði fyri eini viku síðani, har eitt pengaskáp við einari hampiliga stórari peningaupphædd í, varð stolin
Løgreglan sóknaðist eftir fólki, sum kundu vita okkurt, og onkir upplýsingar vórðu so mikið neyvir, at løgreglan fann dastið av pengunum aftur.
Samstundis hevði løgreglan so mikið góðar slóðir at fylgja, at tey væntaðu, at onkur fór at verða handtikin, kanska longu fyri vikuskiftið.
Men Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at tann slóðin gav einki, og sostatt er ongin handtikin enn.
Men hon sigur, at tey hava aðrar góðar slóðir at fylgja, eisini góð tekniskt prógv av gerningsstaðnum, so tey hava framvegis góðar vónir um at finna tjóvin, ella tjóvarnar.
- Tað tekur bara sína tíð at fáa tey kannað, og at fáa úrslitið av teimum, aftur, sigur hon.
Hinvegin er løgreglan framvegis rættiliga pírin við upplýsingum, serliga so leingi greiða ikki er fingin á málinum og í hesum sambandi vilja tey framvegis ikki siga, hvussu stóra upphædd, talan var um.










