Ongin grund til panikk í Suðuroy

Tað er ongin grund hjá Suðuroyingum til at hamstra olju og bensin, sigur Effo

– Tað er nokk av olju og bensini í Suðuroy til Smyril kemur aftur. Tað sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Í gjárkvøldið bórust tey tíðindi, at tangabilar ikki sluppu umborð á Prince, men Janus Thomsen sigur, at tað er nokk til av olju og bensini í Suðuroy

Men gongur alt ov long tíð, kann tað knípa við diesel

Hann vísir á, at stór oljugoymsla er á Drelnesi og skip kemur við olju og bensini við jøvnum millumbili, so tað er eingin neyð yvirhøvur hjá húsarhaldum, skipum og bensinbilum.

Tað einasta, sum ikki er á goymslu, er diesel til bilar, so gongur alt ov drúgv tíð, kann tað verða ein trupulleiki.

Men tað er nokk av disel til ta fyrstu vikuna, leggur hann afturat.

Og hann sigur, at arbeitt verður við málinum og hann sigur, at alt bendir á, at ein loysn verður funnin, áðrenn diesel er uppi.