Ongin grund at óttast: Umfatandi bjargingarroynd í Havn

Í Havnini er beint ein øgilig rokan av ýlandi sirenum og blunkandi ljósum.

Men tað er ongin orsøk at stúra, tí talan er um eina venjng hjá sløkkiliðnum í Havn.

Sløkkiliðið hevur javnan venjingar, men í kvøld verður meiri gjørt burtur úr enn vanligt.

Tað eru bara sjálvir fyrireikararnir sum vita, at talan er um venjing, og tað er fyri at sløkkiliðsfólkini skulu liva seg so væl inn í ’leiklutin’ sum møguligt.

Fyri at tey rættiliga skulu fáa seg roynd, verður skipað við trimum ella fýra vanlukkum í senn, innanfyri eitt lítið øki, so trý ella fýra lið sleppa at royna seg samstundis.

Eitt lið er ein brandbilur mannaður við seks fólkum

Venjingin varð skipað so, at fyri fimm minuttum síðani, klokkan 18.15, fekk Tórshavnar Sløkkilið boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á vegnum til Kaldbaks.

Talan var um tríggjar bilar, sum høvdu rent saman. Ein bilur var farin á sjógv og brúk var bæði fyri kavarum og klippiútgerð, tí fólk vóru eisini føst í bilunum. Somuleiðis var eisini eldur í einum av bilunum.

Bæðið liðini hjá Tórshavnar Sløkkiliði í Havn og liðið í Kaldbak, vórðu boðsend og tey vitstu ikki at talan var um eina venjing, fyrr enn tey komu á staðið, har vanlukkan var.

Í Tórshavnar Sløkkiliði vita tey av royndum, at tá ið bilar fara ýlandi og blinkandi avstað, kemur ofta ótti á fólk, so fyri at sissa almenningin, verður kunnað um venjingina, beint eftir at hon er byrjað.