Ongin frumframsýning av B36 álopinum

Upptakt til stórsteypadystin millum B36-Víkingur

Mynd: (FSF)

B36 er felagið, sum øll halda eyga við hetta kappingarárið. Liðið er tvífaldur FM vinnari og tykist ikki minka í styrki til hetta kappingarárið. Tó er nakrar broytingar, men tað er óvist um vit koma at síggja nakað til onkrar av nýggju spælarunum leygarkvøldið.

 

Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER

 

- Hetta er meiri enn ein venjingardystur, men ikki eins týdningarmikið sum ein landskapping ella steypakapping. Tí velja vit eitt nú ikki at taka óráð fyri við spælarum, ið hava smásnuddir ella smáskaðar, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36 við VikuskiftisSosialin.

 

Bæði Sebastian Pingel og Jógvan Skeel Nolsøe, sum eru komnir til felagið í vetur, eru ivasamir til dystin í annaðkvøld. Jákup á Borg er burturstaddur, so tað er ivasamt hvussu álopsparturin kemur at síggja út.

 

Liðíðindi:

Ikki við: Jákup á Borg(burturstaddur)

Ivasamur Jógvan Skeel Nolsøe(knæið), Sebastian Pingel (rivjabein), Høgni Eysturoy(lærkrikin)

 

Vit gita um uppstillingina: 4-2-3-1

Tórður Thomsen – Alex Mellemgaard, Hørður Askham, Bjarni Petersen, Jónas Tór Næs – Høgni Madsen, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Hanus Thorleifsson, Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel(Lukasz Cieslewicz ella Gestur B. Dam)

Mynd: (FSF)

Mynd: (FSF)

Mynd: (FSF)

Mynd: (FSF)

Mynd: (FSF)