Ongin flyting uttan annan skúla í staðin

- Tað kemur ikki uppá tal at flyta Klaksvíkar HF skeið úr býnum uttan at seta annan útbúgvingarstovn í staðin, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingslimur fyri Norðoyggjar


Jákup Mikkelsen, tinglimur fyri fólkaflokkin, er ikki ósamdur við avgerðini hjá mentamálaráðnum um at savna tey bæði HF skeiðini í Klaksvík og Eysturoynni á einum stað. Jákup minnir á, at enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvat skal henda við HF skeiðnum í Klaksvík. Men hann fer ikki at góðtaka, at skúlin verður fluttur úr býnum, uttan so, at onkur ætlan fyriliggur um at seta eina aðra útbúgving í staðin.
Byrjaði í Klaksvík
- Vit skulu minnast til, at HF skeiðið á Kambsdali byrjaði í Gøtugjógv sum ein deild av Klaksvíkar HF skeiði, sum longu tá hevði fleiri ár á baki. Tí tykist tað heldur øvut, um tað nú verður Klaksvíkar HF skeið, sum skal flytast yvir á Kambsdal og gerast ein deild av skúlanum har, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup vísir á, at so leingi ongin endalig avgerð er tikin, liggja fleiri møguleikar í kortunum. Politikarar eru í ferð við at endurskoða alla miðnámsskipanina sum heild, og lítil ivi er um, at fleiri broytingar fara at henda.
- Í tí sambandinum fari eg í øllum førum at gera mítt til fyri at tryggja, at Klaksvíkin ikki verður við sviðið soð á útbúgvingarøkinum, tá endaliga avgerðirnar fella, sigur Jákup Mikkelsen.